Fyrr í vikuni undirskrivaðu Faroe Pelagic og KÍF eina tvey ára stuðulsavtalu galdandi fyri kappingarárini 2011-2013. Avtalan ber í sær, at Faroe Pelagic verður høvðusstuðul hjá KÍF næstu tvey árini.
- Vit í Faroe Pelagic eru sera fegin um avtaluna við KÍF, sum vit meta sum eitt rótfest og seriøst Ítróttarfelag við góðum úrslitum tað seinasta árið, og sum eggjar øllum íðkandi at seta sær mál. Eg havi lagt merkið til teir reyðu úr KÍF í miðlunum, tá dystir eru og hava verið, og tí síggja vit tað, sum eitt gott høvið at varpa ljós á okkum við hesi avtaluni. Tað at felagið eisini hevur staðið seg so væl seinasta árið, sigur ikki so lítið um stríðsviljan hjá hesum felagnum. Slíkan vinnarahugburð vilja vit fegin stuðla, sigur Ton Frissen hjá Faroe Pelagic í Kollafirði.
- Vit síggja tað eisini sum okkara uppgávu at vera við til at stuðla trivnaðin í nærumhvørvinum, og har meta vit, at KÍF er rætta felagið at stuðla, sigur hann.
- Vit í KÍF eru sera fegin um avtaluna. Við hesari avtaluni verður tað lættari at reka felagið, og vit kunnu seta meira fokus á tað ítróttarliga, ístaðin fyri at skula nýta so nógvar kreftir til tann fíggjarliga partin, sum sjálvandi skal verða í lagi, sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF. Við avtaluni við Faroe Pelagic hava vit fingið møguleikar, sum vit ikki hava havt áður, og fer hetta helst at síggjast aftur.