Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at olja er funnin í einari síðusporsboring á Bue leitimiðinum, har Faroe Petroleum eigur 25 prosent.
Bue síðusporsbrunnurin, ið liggur 2,1 km frá Pil fundinum, varð boraður niður á 3.656 metrar. Borað varð ígjøgnum eina 18 metra tjúkka flá við oljuberandi grýti av ymsari góðsku. Kanningar benda á, at tað er einki samband ímillum Pil og Bue fundini, og Bue verður sostatt mett sum eitt sjálvstøðugt fund.
Víðfevnandi dátusavnan er gjørd, íroknað eitt oljusýni, og metingin hjá fyristøðufelagnum er, at millum 6 til 25 mió tunnur av olju kunnu fáast burturúr fundinum.
Eftir at kolvetni varð staðfest í Pil leitimiðinum, har ein oljuberandi flá upp á 80 metrar varð funnin, hevur fyristøðufelagið VNG boðað frá einari nýggjari meting av Pil fundinum, sum er 72 – 172 mió tunnur av oljubrutto. (Har gass er umroknað til olju. Á enskum verður styttingin ’boe’ brúkt, sum merkir ’barrels of oil equivalent’.)
Ognarparturin hjá Faroe er sostatt ímillum 18 – 43 mió tunnur av olju. Nýggja metingin er ein hækking frá fyrr mettu nøgdini, sum var 50 – 170 mió tunnur av olju.
Pil og Bue fundini liggja umleið 33 km frá Njord framleiðslueindini, sum felagið eigur 7,5% av. Mett verður, at tað er gjørligt at binda fundini í Njord. VNG Norge (30%) er fyristøðufelag og brúkti Transocean Arctic boripallin til boringina. Hini feløgini, sum luttóku í boringini eru Spike Exploration Holdings (30%) og Rocksource Exploration Norway (15%). Pil og Bue brunnarnir verða, sum ætlað, typtir og fráfarnir.
Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er sera fegið at boða frá úrslitinum av tí væleydnaða síðuspors leitibrunninum á Bue leitimiðinum, sum leggur afturat nøgdunum á tí týðandi Pil olju- og gass- fundinum.
Nøgdirnar í Bue og Pil eru tilsamans mettar til at liggja ímillum umleið 80 – 200 mió tunnur av olju, sum gevur 20 – 50 mió tunnur av oljutil Faroe. Umleið 80% er mett at vera olja og dropagass.
Feløgini, sum luttaka á loyvinum fyrireika nú leiti- og metingarætlanir fyri komandi ár, fyri at kanna fleiri leitimøguleikar á loyvinum og at meta um ymsar útbyggingarmøguleikar.