Faroe Seafood fitt yvirskot fyrra hálvárið

Ongi tøl, men greiðar ábendingar um, at Faroe Seafood annað árið á rað er á veg móti dyggum yvirskot

Niclas Johannesen


Stjórin Hans Johannes á Brúgv vil slettis ikki koma við tølum, nú tað kann staðfestast, at hálvársroknskapurin hjá Faroe Seafood vísir fitt yvirskot. Og sleppur hann sjálvur at velja, so vil hann heldur undirspæla enn yvirspæla nú hálvársroknskapurin fyriliggur. Men kortini dylir hann ikki fyri, at optimisma aftur er í luftini.

? Tað gongur javnt og stabilt. Men eg vil ikki koma við tølum. Vit verða máld upp á oyra hvønn dag og kappingin er sera hørð. So um vit bara fara út við tølunum, so kann tað skaða okkara kappingarføri, sigur Hans Johannes á Brúgv.


Mist og fingið

1995, 96 og 97 vóru øll undirskotsár hjá Faroe Seafood, men í fjør broyttist mynstrið, tá Fiskasølan kom við einum roknskapi, ið vísti eitt yvirskot upp á 19 milliónir krónur áðrenn skatt. Veruliga yvirskotið frá sølu av fiski var kortini væl minni - nevniliga 8 milliónir krónur. Bygningurin yviri við Strond varð seldur og hetta fylti nógv í roknskapinum og eisini heilt fitt í fjølmiðlunum.

Hans Johannes sigur, at málið er at halda fast við sama umsetning sum í fjør - hann lá um 800 milliónir krónur.

? Vit hava mist onkrar kundar, men hava fingið inn aftur aðrar vegir, sigur stjórin á Faroe Seafood.

Hóast Fiskavirking fekk sína egnu søludeild í fjør, so er Fiskavirking framvegis dyggur leverandørur hjá Faroe Seafood. Men í dag er alt samstarvið grundað á handilsligar fyritreytir, sigur Hans Johannes.

? Vit hava mist frá Fiskavirking, men tað hava vit vunnið inn aftur frá øðrum. Men vit hava framvegis gott samstarv við Fiskavirking, sigur Hans Johannes á Brúgv.


Meira laksur

? Søla av botnfiski er minkað nakað hjá okkum. Hinvegin so er sølan av laksi og pilkaðum rækjum vaksin.

? Vit hava sett okkum fyri at økja um vøksturin í søluni. Og tað er serliga innan laks og pilkaðar rækjur at vit satsa, sigur Hans Johannes.

Størsti parturin av søluni hjá Faroe Seafood gongur framvegis fyri seg gjøgnum dótturfeløgini í Fraklandi, Danmark og Bretlandi. Av teimum umleið 800 milliónum krónunum sum Faroe Seafood umsetti fyri í fjør komu 550 milliónir krónur inn gjøgnum útlendsku dótturfeløgini.