Faroe Seafood Prime - Ársroknskapur 1997

Faroe Seafood Prime P/f og grannskoðari felagsins KPMG Pauli Ellefsen P/f hava tann 1. september 1998 móttikið soljóðandi bræv frá Skráseting Føroya:

»Viðv. ársroknskapinum 1997 hjá P/f 2452, Faroe Seafood Prime P/f, 100 Tórshavn

Samb. s. 7 í ársfrágreiðingini fyri felagið er sølan av skrivstovubygninginum farin fram aftaná árslok - t.v.s. í 1998.

Tá sølan av bygninginum ikki er farin fram fyrr enn í 1998 er tað tí, samb. §26, stk. 1, pkt. 3a í ÁRL ikki rætt at hava inntøkuna av søluni við í roknskapinum fyri 1997. Hon skal tó nevnast í ársfrágreiðingini samb. §56, stk. 2 í ÁRL, sum eisini er gjørt.

Vit fara tí at biðja tykkum rætta roknskapin aftur sambært omanfyristandandi og senda okkum rættaða roknskapin aftur sum skjótast«.


Leiðslan í Faroe Seafood Prime P/f og grannskoðari felagsins, KPMG Pauli Ellefsen P/f, meta framvegis, at tann innsendi ársroknskapurin fyri 1997 vísir eina rættvísandi mynd av ogn, eginpeningi, avsetingum og skuld, tí fíggjarligu støðuni og úrslitinum .Somuleiðis meta vit, at tann innsendi ársroknskapurin fyri 1997 á ongan hátt fjalur útyvir, at viningurin frá sølu av bygninginum, sum er seldur í 1998, er inntøkurførdur í rakstrarroknskapinum. Tvørturímóti er upplýst bæði í ársfrágreiðingini og í notunum, at so er.

Mett verður eisini, at vinningurin frá sølu av bygninginum ikki ørkymlar tann seriøsa roknskaparlesaran, av tí at vinningurin er inntøkuførdur undir óvanligum inntøkum, sum roknskaparlesarin sjálvsagt ikki væntar koma aftur næsta ár.

Hetta merkir, at úrslitið áðrenn óvanligar inntøkur og útreiðslur framvegis vísir eitt hall uppá t. DKK 2.190 og at ársúrslitið fyri 1997 nú vísir eitt hall uppá t.DKK 10.491. Eginognin er óbroytt uppá t.DKK 43.340 aftaná uppskriving av bygninginum. Broytingarnir hava sostatt ongan týdning fyri gjaldføri og fíggjarligu styrki felagsins.

Somuleiðis merkir hetta, at úrslitið fyri fyrra hálvár 1998 nú vísir eitt avlop áðrenn skatt uppá góðar 15 mió. kr. aftaná vinning frá sølu av bygninginum, ímóti fyrr kunngjørt uppá góðar DKK 4 mió.

Við hesum vóna vit, at øsingin, serliga í ávísum fjølmiðlum, er at enda komin, og at vit saman kunnu fegnast um, at raksturin hjá Faroe Seafood Prime P/f nú gevur avlop.