Faroe Ship aftur á Runavík

Faroe Ship Føroyar og Runavíkar kommuna hava undirskrivað avtalu, sum inniber, at Faroe Ship aftur fer at hava virksemi á Runavíkar Havn.

Faroe Ship Føroyar og Runavíkar kommuna hava undirskrivað avtalu, sum inniber, at Faroe Ship aftur fer at hava virksemi á Runavíkar Havn.

Tað er í bygninginum, sum millum annað Landingarmiðstøðin helt til fyrr, men sum fór illa í eini ódn fyri fóðum ári síðani, at Faroe Ship nú aftur skulu reka virksemi. Bygningurin er liðugt umvældur og hóast mong hava víst áhugað at leiga bygningin, dró Faroe Ship Føroyar longsta stráðið.

- Áherðslan var, at komandi virksemið í mest møguligan mun skuldi vaksa um virkisstigið við Runavíkar havn, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Faroe Ship, tá nevnt Skipafelagið, hevði í mong áratíggju avgreiðslu og regluligan farmaflutning til og frá Runavíkar Havn, men um túsundáraskiftið riggaði felagið av og miðsavnaði virksemi sítt í Havnini.

Klokkan 9 í morgun skrivaðu so Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir leigusáttmála, so væntandi fer virksemi aftur at vera á bryggjuni.

- Hvussu Faroe Ship Føroyar fer at skipa seg í økinum, er teirra lutur at gera greiði fyri, men hiðani fegnast vit um, at tað nú røkist fyri, at skipaður farmaflutningur aftur verður til og frá Runavíkar havn. Vit ynskja Faroe Ship Føroyar blíðan byr í ókomnum døgum - í væntanini um gott samstarv, skrivar Runavíkar kommua.