Faroe5 við sjónbandalag

Poppbólkurin Faroe5 hevur gjørt sítt fyrsta sjónbandalag. Niðast í hesi grein er ein leinkja til Tell Me Now (Part 2), sum sangurin rópast. Sjónbandalagið varð frumsýnt í ungdómssendingini Mús í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, og nú ber til at síggja lagið á youtube.com.

 

Tell Me Now (Part 2) er fyrsta sjónbandalagið, Faroe5 hevur gjørt. Lagið er eisini sermerkt á tann hátt, at rapparin Thor Simonsen fyllir rættiliga nógv í ljóðmyndini. Hann hevur áður verið partur av onkrum løgum hjá Faroe5, men eftir at hann gjørdist partur av bólkinum fyri einum lítlum ári síðani, er hansara leiklutur í bólkinum vorðin størri.

 

Tell Me Know (Part 2) hjá Faroe5 sæst her