Fartelefonin bjargaði Tórði á túri á Kuba

Eftilitsfólkini á flogvøllinum á Havana á Kuba vildu ikki loyva útvarpsmanninum, Torði Mikkelsen, at taka útvarpsupptakaran við sær inn í landið. Serligt loyvi krevst til tað.

 

Tí mátti Tórður Mikkelsen nýta fartelefonina til upptøkur. Hóast nógv tíðindafólk nýta fartelefonir sum upptøku tól, bæði til ljóð og myndir, so hevði Tórður Mikkelsen ikki roynt tað áður. Men »neyð lærir nakna konu at spinna«.

 

Tóður Mikkelsen greiðir soleiðis frá á vanganum hjá sendinginin »Við Tórði á túri«:

 

Allar upptøkurnar í teimum báðum sendingunum "Við Tórði á túri á Kuba" eru gjørdar við mínari fartelefon, iPhone SE. At soleiðis skuldi verða, hevði eg ikki droymt um frammanundan, men orðatakið sigur, at "Neyð lærir nakna kvinnu at spinna".

 

Tá vit vóru komin gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllin í Havana við viðførinum, varð eg róptur til síðis, tí myndatólið hevði staðfest upptakaran millum skjúrtur, undirbuksir og mangt annað viðføri í mínum kufferti. Eg hevði yvirsæð regluna um, at tú skalt hava eitt serligt VISA um tú hevur professionellan upptakara við tær til Kuba.

 

Hóast eg av øllum alvi royndi at grundgeva fyri, hví eg átti at fáa upptakaran við mær inn í landið, segði alt tað sama. Eftir at hava verið afturhildin í einar tríggjar ella fýra tímar, varð upptakarin tikin frá mær og koyrdur í ein posa, sum varð forseglaður og læstur inni í einum skápi. So fekk eg eina langa frágreiðing, sum var skrivað við hond av fleiri starvsfólkum og alt á sponskur (heldur ikki á flogvøllinum eru teldur). Í minsta lagi 10 starvsfólk høvdu verið við í hesari viðgerðini, áðrenn eg slapp víðari og vit kundu fara inn í Havana við taxabili.

 

Skrivligu frágreiðingina skuldi eg lata inn tá vit komu aftur á flogvøllin í Havana og skuldu heimaftur. Tað gjørdi eg, og Guð havi lov vóru vit úti á flogvøllinum nógvar tímar áðrenn fráferð, tí annars hevði eg staðið eftir tá flogfarið fór. Og sama sirkusið einaferð afturat og tað tók líka langa tíð sum tá vit komu, og aftur vóru í minsta lagi 10 fólk uppi í leikinum. Løgið at hugsa sær, at eitt so vakurt og spennandi land við so fittum fólkum skal hava eitt so út av lagi býttisligt byrokrati. At eitt so lítið ting skal binda ferðafólk og nógv starvsfólk í fleiri tímar.

 

Tá mikrofonin kom í kuffertið heima áðrenn fráferð úr Føroyum, var støða ikki tikin til, um hon yvirhøvur skuldi brúkast. Hetta var ein feriutúrur saman við familjuni. "Við Tórði á túri" var jú í feriu. Men trongdin "meldaði" seg skjótt, tá vit sóu eitt rættiliga øðrvísi og spennandi land. Hugsaði, at hóast tey í eftirlitinum á flogvøllinum helst gjørdu sítt arbeiði, skuldu hesi "træfólkini" ikki fáa seinasta orðið í hesum máli.

 

Hugsaði fyrst um at seta meg í samband við svensku sendistovuna í Havana, sum umboðar norðurlond á Kuba. Men vit komu hagar eitt vikuskifti og jólavikan stóð fyri durum, so tað kundi blíva ov roksut at fara í holtur við tað.

 

Tað var sanniliga heppið, at tey í eftirlitinum ikki eisini tóku mína Iphone 5S, tí hon kann rættiliga nógv. Hevði ongar royndir at brúka fartelefonina til ljóðupptøkur til útvarp. Kortini varð ein roynd gjørd. Og tá eg lurtaði eftir upptøkuni, var ljóðið so mikið gott, at har var eingin ivi.

 

Sostatt varð fartelefonin allan túrin mikrofonin, ið lýsti Kuba.

 

Sjálvt um eg mong Harrans ár havi tikið upp til útvarp, gjørdust kubasendingarnar ikki bara øðrvísi av sjálvum landinum, men fyri meg vóru tær eisini øðrvísi, tí eg tekniskt royndi nakað, ið eg ikki hevði roynt áður. Ein onnur søga er so tann, at Iphone verjir ómetaliga væl sína framleiðlsu, og tí mátti eg fáa hjálp frá fittum og dugnaligum starvsfeløgum fyri at fáa upptøkurnar úr telefonini yvir í okkara klippiskipan, so tær báðar kubasendingarnar kundu blíva til nakað.

 

Tað stutta av tí langa er sostatt, at tað er (næstan) altíð ein útvegur í neyðini.

Myndin: Vinstrumegin tann frálíka mikrofonin Yellowtec, sum varð afturhildin á flogvøllinum í Havanna, og høgrumegin iPhone SE, sum gjørdist bjargingin.