Um arbeiðsgevari letur starvsfólki eina fartelefon ókeypis sum arbeiðsamboð, skal bert nýtast til samskifti, sum hevur við arbeiðsuppgávur hjá stovninum at gera, stendur í rundskrivinum. Tann, ið fær telefonina, skal vátta og gera viðmerkingar til størri broytingar, ið møguliga koma fyri í nýtsluni frá mánað til mánað. Eisini verður fartelefonin skrásett sum ogn hjá arbeiðsgevaranum.
Arbeiðsgevarin kann eisini loyva sær at kanna einstakar rokningar, um mett verður, at telefonin ikki verður nýtt til omanfyristandandi endamál. Arbeiðsgevarin skal tá, sambært § 15 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, hava loyvi frá dátueftirlitinum til slíka skráseting. Vanlig treyt verður tá, at starvsfólkini greitt fáa at vita, at skráseting verður gjørd.