FAS skipan eigur lívið í Álandi

Í døgunum 9-12. september var stýrið fyri ALS á eini kunningarferð í Álandi. Her fekk stýrið eina góða kunning um álendska samfelagið, arbeiðsmarknaðin og arbeiðsloysisskipan. Í tveimum greinum verður greitt frá tí, sum fekst burturúr ferðini

Tað var so heppið fyri føroyska ferðalagið, at tað var ein føroyingur í Álandi, sum legði vitjanina til rættis, og sum var við á vitjanini. Hetta er Maiken Poulsen, ættað av Strondum, sum í mong ár hevur arbeitt fyri skiftandi løgmenn, heilt síðan 1983.

Maiken kennir væl Áland. Hon hevði eisini eina tíð í 1994 skiftisstarv í Álandi. Hon er fyri nøkrum fáum árum síðani blivin gift við einum álendingi og býr í Álandi.

Skráin var eisini sera áhugaverd. Fyrra dagin á vitjanini høvdu hesi framløgur fyrrapartin:

Daniel Dahlén frá Ålands Handelskammer,

Linnéa Johansson frá Landskapsregeringens næringsafdeling

Johnny Mattson frá arbeiðsgevarafelagnum

Olof Karlsson frá fiskavirkisfelagnum, fyrrverandi fiskivinnustjóri

Fredrik Lundberg fyri fiskiveiðufelagið

Hendrik Lagerberg fyri fakfeløgini

Seinnapartin var vitjað á einum laksa- og fiskavirki. Síðan var vitjað á Crosskey Bank, og aftaná tað á Arbeiðsloysiskipanini.

Seinna dagin vóru vitjanir millum annað á einum búskaparligum kanningarstovni, har álendski føroyaserfrøðingurin Agneta Karlsson hevði framløgu.

 

Bygdamenning í verki

 

Vit hava øll hoyrt um Áland, men tað er ikki vist, at øll vita so nógv um hendan oyggjabólkin, sum liggur nøkulunda mitt millum Svøríki og Finland. Tað eru bert fáir tímar við ferju til bæði grannalondini. Tað er so stutt úr Svøríki, at meginparturin av elektriska streyminum kemur haðani.

Í Álandi er ikki so høgt sum hjá okkum. Hægsta punkt 129 metur. Men hinvegin hava tey nógv fleiri oyggjar, hólmar og sker. ikki færri enn 6.757 í tali, og tað búgva fólk á umleið 60 av teimum. Nógvar teirra eru samanbundnar við brúm og byrgingum.

Tað er áhugavert, at fólkatalið á teimum smærru oyggjunum hevur hildið stand seinastu árini. Veruliga er fólkatalið á bygd økt meira enn í høvuðsstaðnum síðan 1980. Í Álandi verður nevniliga førdur ein veruligur útjaðarapolitikkur, millum annað við at elva fólkinum til at stovna sínar egnu fyritøkur í egnum heimbygdum. Hetta hevur eisini givið góð úrslit. 4,5% av øllum arbeiðsplássum eru í skergarðinum, og tað er ikki heilt galið og nógv meira enn hjá okkum.

Tað er gott ferjusamband oyggjarnar uttan fast samband, og tað er eisini ókeypis at sigla við strandferðsluni. Tað verður bert goldið fyri bilar, og hetta stuðlar eisini huginum at støðast. Í 2006 ferðaðust 1 mill. ferðafólk og ein hálv millión bilar á hesum rutum. Tað verða eisini brúktar meira enn 100 mill. kr. árliga til hesa tænastu.

Sjálvt í skergarðinum er fólkatalið nærum óbroytt síðan 1970.

Samlaða víddin á Álandi er 1527 ferkilometrar, sum er nakað tað sama sum Føroyar.

Miðalhitanum er 6 hitastig fyri árið. Hann er frá -3 stig í januar til + 17 stig í august.

 

Vildu ikki hava sjálvstýri

 

Samlaða íbúgvaratal er um 27.000, sum er munandi lægri enn hjá okkum. Ein stórur partur býr í høvuðsstaðnum Mariehamn, har fólkatalið er 11.000. Tað eru 16 kommunur. Tann minsta, Sottunga, hevur 130 fólk. Her hevur fólkatalið verið næstan óbroytt síðan 1980. Á bygd búgva 13.000 fólk og í skergarðinum umframt um 2.000 fólk. Hetta lutfall ikki broytt stórvegis seinastu árini. Hetta merkir, at eini 8% búgva í tí, sum vit kalla útjaðari, har tað í Føroyum neyvan er 1%. Her hevði kanska verið nakað hjá føroyingum at læra, um tað ikki er ov seint!

Áland hevur ein áhugaverda søgu. Tær vóru upprunaliga svenskar, men gjørdust í 1634 ein partur av Finlandi. Tí kom Áland í 1809 saman við Finlandi undir Rusland.

Tá ið russiska zardømið fall í 1917, var ein fundur millum allar kommunur í Álandi. Tá var samtykt at krevja sameining við Svøríki. Sama ár gjørdist Finland leyst av Ruslandi og Áland fylgdi við.

Við eini fólkaatkvøðu í 1919 ynsktu 95% av fólkinum at gerast ein partur av Svøríki. Men hesum ynski hevði finska stjórnin ikki hug til at eftirlíka. Hon vildi kortini geva teimum nakað av sjálvstýri. Ein sjálvstýrislóg varð samtykt av finska ríkisdegnum í 1920, men hon var havnað av álendingum.

Málið varð lagt fyri Nationernes Forbund, sum kom undan ST. Her var gjørd ein neyðsemja, har allir partar fingu nakað. Svøríki hevði nú heldur ikki tann stóra áhugan fyri at fáa eitt stríð um Áland. Skipanin gjørdist, at Áland kom framvegis at hoyra til Finland, men Finland mátti plikta seg til at varðveita svenska málið og mentanina hjá Álandi. Hetta var gjørt sum ískoyti til sjálvstýrislógina frá 1920. Gjørd varð ein avtala millum Svøríki og Finland um, hvussu hesar treytir skuldu umsitast. Eisini skuldi Áland vera uttanveltað og vápnaleyst. Hetta merkir framvegis, at herskip skulu halda seg uttanfyri álendskar havnir. Áland fekk eisini sítt egna ting, løgting eins hjá okkum, og fyrsta løgtingsval var í 1922. Nývalda løgtingið kom saman fyrstu ferð 9. juni sama ár, og verður hesin dagur roknaður sum sjálvstýrisdagur Álands. Seinni er sjálvstýrisskipanin endurskoðað fleiri ferðir. Áland kom saman við Føroyar í Norðurlandaráðið í 1970.

Áland fekk egið flagg í 1954 og egin frímerki í 1984. Teir láta væl at sølunu til frímerkjasavnarar.

 

 

 

Fleiri og fleiri fødd uttanfyri Áland

 

Bert 70% av fólkinum eru fødd í Álandi, og hetta talið er í minking, 20% eru fødd í Finlandi og 6% í Svøríki. Orsøkin er ein gjøgnumtrekkur vestureftir, álendingar flyta til Svøríkis, meðan finnlendingar flyta til Álands. Men henda blandaða samansetingin er eisini eitt úrslit av, at tað verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa fólk at flyta til Álands, eitt nú í samstarvi við arbeiðsmarknaðarskipanina við átøkum sum kunnu síggjast á heimasíðuni www.komhem.nu. Dyrgt verður eisini eftir álendingum í útlegd at koma heima aftur. Bert ein brotspartur av teimum lesandi kemur aftur til Álands. Trupulleikin er sum hjá okkum. Nógv av teimum ungu fara til Svøríki at lesa og eru trek at koma aftur.

92% av fólkinum hava svenskt sum móðurmál, meðan 5% hava finskt. Finskt er valfrítt í skúlanum, tí duga tey ikki finskt eins væl og vit duga danskt.

 

Lítið av fiski

 

Fiskiveiðu telur ikki nógv, bert 1% av bruttotjóðarinntøkuni. Samlaða veiða er um 5.000 t ella 1-2% av okkara veiðu. Tað er mest strømning, eitt sildaslag, sum verður veitt.

Men hóast hetta hevur fiskivinnan stóran týdning úti um landið. Tað eru bygdir, har 40-50% av inntøkuni kemur frá fiskivinnuni.

Tað eru 5-600 fólk, sum arbeiða í fiskivinnuni beinleiðis og óbeinleiðis. Tað eru um 300 bátar. Vit teimum flestu er bert ein maður.

Annars hava teir eisini aling, og gevur hetta umleið 4.000 tons árliga, fyrst og fremst síl. Vit vitjaðu eisini eitt virki, sum mest virkaðaði ald síl, men eisini innkeyptan fisk úr Noregi og fisk frá fiskibátum. Her vóru síl roykt og pakkað í portiónir og síl vóru eisini marinerað.

 

 

FAS skipan, sum gevur úrslit

 

Áland hevur altíð uppá seg verið ein stór sjóvinnutjóð. Sera kendur er tann stóri reiðarin Gustav Erikson, sum maður Maiken er í ætt við. Hann áttu upp til 50 seglhandilsskip, sum sigldu um allan heimin. Tað seinasta av hesum seglskipi, stálskipið Pommern, liggur í havnini í Mariehamn sum eitt museumskip. Hetta hevur eisini verið ein rættulig skúta. Hon tók ikki færri enn 4.000 tons. Manningartalið var eini 25 á hvørjum skipi.

Áland hevur framvegis ein stóran handilsflota, og er hann 59 skip. Av hesum eru 42 undir finskum flaggi.

Tann stóri flotin er tó fergurnar sum sigla til Finlands, Tallin og Svøríki. Við teimum sigla ikki færri enn 2 mill ferðafólk árliga, og hetta tal er tvífaldað síðan 1980.

Viking reiðaríið er eitt av teimum stóru í hesi sigling. Tað hoyrir heima í Álandi. Hetta er eitt stórt arbeiðspláss við meira enn 3000 fólkum í starvi, herav eru 700 bert úr Álandi. Umframt eru nógvir finnar og svenskarar við hesum skipum.

Upprunaliga grundarlagið fyri hesi sigling vóru allir teir finnar, sum vóru fluttir til Svøríki fyrr í øldini. Teir kundu á hendan hátt lættliga koma til Finlands at ferðast. Seinni fingu teir brúk fyri at ferðast við bili, og tá komu bilfergurnar.

 

Eisini tax-free

 

Grundarlagið fyri hesi sigling er nú ”tax-free”, t.v.s. søla av tollfríum vørum. Hetta er veruliga ikki loyvt sambært ES reglunum, men her fekst undantaksloyvi frá ES at vera uttanfyri tolluniónina við einum serligum Ålandsprotokollati, tá ið Svøríki og Finland blivu limir í ES. Hetta undantak er tó bert galdandi fyri sigling til og úr Álandi. Hetta merkir, at tær ferjur, sum annars skuldu farið beinleiðis millum Svøríki og Finland, leggja at í Álandi einar 15 minuttir, áðrenn tær fara víðari. Hetta merkir einar 30 ferjuatleggingar um samdøgrið.

Hóast hetta gongur væl og gevur nógv av sær, so gongur tað ikki uttan studning, so ella so. Skipini eru nevniliga undir eini FAS líkandi skipan, har reiðarin fær goldið allan skattin hjá sjófólkunum.

Hóast hetta verður sagt, at flotin er alt ov gamal, ti hann ikki hevur ráð til at endurnýggja seg.

Skipini gjalda í dag vanligan skatt av avlopinum. Men her eru eisini ætlanir um broytingar. Í staðin fyri vanligan partafelagsskatt skal gjaldast ein sokallaður tonnaguskattur. Hann verður eitt slag av avgjaldi fyri skipini í mun til støddina og uttan mun til avlopið. Hetta skuldi eggja reiðarunum enn meira at fáa vinning og skuldi givið betri ráð til at endurnýggja flotan.

Sjóvinnan gevur nógv arbeiðspláss. Ein stór inntøkukelda hjá tí almenna er skattur á spæliautomatum. Hesar eru serliga umborð á ferjunum, men eisini á casino á hotellum. Tað seinasta er eisini, at hesi spøl eru á alnótini. Hesi spøl geva meira enn 100 mill krónur árliga í avlopi. Tær koma tó ikki á álendsku fíggjarlógina, men peningurin verður býttur út til almennnyttug endamál.

 

Lítil vanlig ferðafólkavinna

 

Hóast stóru ferðafólkatølini frá hesum skipum, so verður sagt, at vanlig ferðafólkavinna, tá ið fólk gista í landi, ikki verður roknað fyri at hava stóran týdning, og hon er enntá minkandi. Ferðafólkatalið er kortini góð 200.000, sum er nógv størri enn hjá okkum. Tey gista í miðal tvær nætur. Tað skal eisini sigast, at takkað verið tollfríu søluni kostar tað nærum einki at koma til Álands, bert um kr. 100 við ferju og bussi aftur og fram. Í so máta eru teir nógv betri fyri enn Føroyar. Marknaðurin kemur til Álands, meðan Føroyar mugu út til marknaðin.

Áland er størsti súreplaframleiðari í Finnlandi við súreplaplantagum og framleiðslu av súrepladjús, -víni og súreplasnapsi. Her eru eisini serligar eplaveltur til framleiðslu av Taffel-chips. Eisini er hátøkniframleiðsla av medisinskari útgerð sum plastikrør til ymisk læknalig endamál. Tað verður eisini strembað eftir, at Áland skal vera leiðandi innan IT økið í Eystursjónum. Teir hava eisini vaksandi banka- og tryggingarvirksemi. Áland er í menning frá tænastusamfelag til kompetansusamfelag. Tað er ikki so løgið, at teir hava hægst BRT í norðanlondum eftir Noreg

Arbeiðsmarknaðurin er annars skipaður soleiðis, at tey flestu arbeiða í smáum fyritøkum, ofta eru tað einmannsfyritøkur. Tilsamans eru 2.000 fyritøkur. Bert 20 fyritøkur hava meira enn 50 fólk í starvi.

 

Fakfeløgini finsk

 

Arbeiðsloysið liggur um 2%, og er hetta lágt. Arbeiðsmarknaðurin er í stóran mun felags við tí finska, soleiðis at sáttmálar verða gjørdur millum finsku fak- og arbeiðsgevarafeløgini, og eru hesir sáttmálar eisini galdandi fyri Áland. Tað eru tó onkrir álendskir starvsbólkar, sum kunnu gera beinleiðis sáttmálar við sínar álendsku mótpartar. Her er talan um starvsfólk hjá tí almenna, postfólk og sjúkrasystrar

Finsku fakfeløgini verða umboðað í Álandi av Hendrik Lagerberg, sum hevði framløgu fyri ALS-stýrinum. Hann umboðar níggju finsk fakfeløg í Álandi og hevur eisini eina skrivstovu mitt í Mariehamn. Skipanin er tann, at finsku feløgini hava lokalfeløg í Álandi. Eitt av hesum eru sjómannasambandið. Tað eru um 700 álendskir limir í deildini í Álandi, men samlaða limatalið er 1.200. Hvussu kann hetta bera til? Jú, í Finlandi er ein minniluti av finlandssvenskarum, sum hava svenskt sum fyrsta mál. Teir umboða eini 6% av samlaða fólkatalinum í Finlandi, og eru tískil um 300.000 í tali. Nógvir teirra búgva í trimum økjum við vesturstrondina í Finlandi. Ein partur av hesum bólki dugur ikki so væl finskt og tað eru eisini tey, sum als ikki duga finskt. Tí vilja teir vera í eini deild, har svenskt er høvuðsmálið, og tað finna tey í Álandi.

Føroyar hava havt egnar sáttmálar í nærum 100 ár.

Var inni á skrivstouni hjá Hendrik Lagerberg. Vit hava hitst fyrr í fakfelagshøpi. Hann dugdi væl at greiða frá. Hann er eisini kelda til hesar greinir. Hann sigur, at ætlanin er nú at víðka fergusiglingina til St. Pætursburg í Russlandi, har tað uttan iva eru góðir møguleikar.

Hann greiðir eisini frá, at oljan er ein so tyngjandi útreiðsla, at Viking Line nú arbeiðir við ætlanum um at kunna nýta segl til síni skip sum ískoyti til maskinurnar. Tað verður spennandi at frætta frá hesum ætlanum.

 

 

Bilar og fólk

 

61% av fólkinum býr í egnum húsum, og er hetta munandi minni enn í Føroyum. Stórur partur av fólkinum býr í íbúðarblokkum, sum tey leiga frá almennum íbúðarsamtøkum.

Tað er um 15.000 persónbilar á Álandi, og er hetta nakað tað sama sum í Føroyum, hóast nógv lægri fólkatal. Hetta kemur av, at Áland er eitt transitland.

 

Seinni partur

Seinni partur av hesi grein kemur um eina viku. Tá verður greitt frá, at snús í Álandi er ein hóttan móti ES!