Meðan tað fyrst í sjeytiárunum fóru og komu 10.-12.000 ferðandi árliga, eru metingar fyri 1997, at tað fer at tátta uppí móti 115.000 ferðandi um flogvøllin í Vágum í ár.
Ein kann tí spyrja seg sjálvan, hvussu tað kann bera til, at sjálvt við 10 faldaðari øking í ferðafólkatalinum, eins og aðrari ferðslu, so er farleiðin um Vestmannasund á sama støði, sum hon var fyri 25-30 árum síðani.
Líka stór sum politiska mótstøðan var tá ið Vágafólk tóku sakina í egnar hendir og fingu í lag millumlanda flúgving, lika stór hevur politiska mótstøðan verið fyri at fáa fast samband um Vestmannasund.
Nú er tað so komið hartil, ar bólturin herfyri av politisku leiðsluni varð spældur yvir til ein ella annan útlendskan peningastovn, fyri at fáa gongd á aftur tað arbeiði sum politiskt var steðgað fyri 8 1/2 árið síðani. Ikki tí, modellið viðvíkjandi sjálvari fíggingini til tunnilin undir Hvalfjørði er frálíkt. Hinvegin um vit skulu meta um tað tíð sum tað hevur tikið Íslendarum at fingið hesa serstøku fígging uppá pláss, sum ímillum annað hevur við sær, at fleiri hundrað milliónir verða lagdar omaná veruliga prísin, so kann spurnartekin setast hesum viðvíkjandi. Harafturat er títtleikin í tí ferðslu sum fer undir Hvalfjørðin nakað væl meira, eins og onnur viðurskifti helst eisini gera seg galdandi.
Eg meti meg ikki taka munnin ov fullan tá eg sigi at so gott sum hvørt vágafólk er fyri at farleiðin undir Vestmannasund skal fíggjast við bumgjaldið, men nú er tað komið hartil at skjøtil má setast á fasta samabndið, eisini um tað gerst neyðugt hjá Landskassanum at verða við.
Henda farleið sum síðst í sekstiárunum var eitt stórt framstig, er í dag ein háan ímóti bæði vinnulívi og tí fólki ið her búleikast.
Tí er tað sera álvarsligt tá politiski myndugleikin er komin til tað niðurstøðu, at ein amerikanskur »jólamaður« skal vera borganin fyri um byrjast skal aftur uppá fasta sambandið um Vestmannasund.
Hinvegin um politiski myndugleikin meldar út, at Landskassin kann verða við saman við einum eventuellum útlendskum fíggjarstovni, tá broytist støðan munandi. Annars hevði tað verið áhugavert, at fingið at vita, hvussu nógvan pening rutan um Vestmannasund hevur siglt inn øll hesi árini og hvørjar útreiðslurnar hava verið í mun til inntøkuna av hesi rutu.
Frank Davidsen