Fattandi fígging forðar trol-framburði í Føroyum

Verandi upsa-veiðumynstur má albøtast. Grannar hava gjørt royndir við góðum úrsliti at føra toska- og hýsu-fong livandi til lands. Eingin fígging til føroyska verkætlan, hvørs endamál er at flyta livandi upsa til lands. Uttan dygga fígging verða Føroyar ikki millum fremstkomnu tjóðir ár 2015.

Hóraldur Joensen

Verandi upsa-veiðumynstur
Trolveiða eftir upsa undir Føroyum hevur verið merkt av lágum manningartalið, longum og stórum hálum eins og tungum drúgvum stríði at fáa fiskin kruvdan og í ís. Tað er komið fyri, at trolmenn ikki hava fingið høvi at hvíla í samfullar 65 tímar. Vandin fyri vanlukkum veksur við vekring og ovurvekring. Høpisleysur arbeiðsháttur. Vána fyriskipan. Eftir at kryvjimaskinan kom, gongur hagreiðingin skjótari, men innvølurin verður allur oyðilagdur og fiskurin fær fleiri skurðlýti. Avleiðingin av teimum drúgvu og (ovur)stóru hálunum er meiri og minni blóðsprongdur og dygdarskerdur fiskur. Stórt sæð allir ryggirnir eru týðuliga merktir av ringu viðferðini. Teir eru dimmreyðir eftir allari longdini av blóði. Orsøkin er sjálvsøgd. Fiskurin verður illa kroystur tá yvirfylti trolposin verður drigin inn. Slík arbeiðsgongd minkar virði á ráevninum, forðar fyri framleiðslu av hávirðisúrdráttum og skerjir inntøkumøguleikarnar hjá landi og tjóð.

Strongdur fiskur
Undir longu tóvunum hava fiskarnir, ólukkudýrini, svomið skjótt, langt og leingi, áðrenn teir ikki orka meiri og detta síðani aftur í posan deyðlúgvaðir og strongdir. Óivað doyggja fleiri í posanum. Pøstur fiskur hevur høgar koncentratiónir av strongdarhormonum so sum hydrocortison, adrenalin og noradrenalin. Harafturat er pH í vøddunum vorðið lágt. Hesi viðurskifti hava við sær, at fiskurin verður skjótt deyðsstívur (rigor mortis). Kanningar vísa, at strongdur fiskur deyðsstívnar væl skjótari (eftir 2 tímum) enn óstrongdur fiskur (eftir 24 tímum). Eftir deyðstívleikan fara ymisk sløg av íbornum virknum kveikum (enzymum) undir niðurbrótandi virksemi í stóru hvítu vøddunum og bindivevnaðinum, sum heldur vøddabólkunum saman. Tilgongdirnar fara fram hóast ísing og vanliga frysting. Lágur temperaturur minkar tó vanliga um reaktiónsferðina. Hjá summum fiskasløgum hava ávísir kveikar (ATP-asur) tó stórri reaktiónsferð við 0 oC enn við hægri flóleika (temperatur). Kveikarnir eru eitt nú proteinasur, so sum cathepsin B, D, H, L, X, calpainir, peptidasur, collagenasur, ATP-asur, decarboxylasur, trimethylaminoxid-oxidoreductasa, trimthylaminoxid-demethylasa (virkin niður til -29oC), lipasur, phospholipasur eins og lipoxygenasur av ymsum slag. Samanborið við hvíldan fisk er flakið av overvaðum fiski reyðari, hevur verri vatnbindingarevni og fleiri rivur. Vøran verður ikki fyrsta floks og prísurin verður hareftir. Longu og drúgvu hálini eru harafturat meiri orkukrevjandi enn tey stuttu. Carbondioxid-útlátið verður óneyðuga stórt. Lága søluvirðið hevur við sær, at fiskast má størri nøgd fyri at fáa raksturin at bera seg, og fiskastovnarnir verða trároyndir. Fiskiskapurin verður ikki burðardyggur. Alt í alt ein veiðu- og arbeiðsháttur, ið er ringur fyri fisk og fólk, og sum betri varð bøttur.

Royndir uttanlands at føra livandi fong til lands
Uttanlands eru royndir gjørdar at føra livandi húka-, snurriváð- og rúsu-veiddan fisk til lands. Talan er um tosk og hýsu. Fyribilsúrslitini tykjast lovandi. Fongurin verður avlívaður og flakaskorin, tá fiskurin hevur hvílt í eitt døgn. Við fiskinum havdum í nót kann bíðast við tøkuni um neyðugt, so javnari arbeiðsgongd fæst. Er marknaðurin yvirfyltur og prísurin lágur, so kann steðgast á við avlívingini til eftirspurningurin er hóskiliga stórur, dagar, vikur ella mánaðir seinni. Dygdin á úrdráttunum úr svá-veiddum fiski er fyrsta floks og prísurin høgur. Møguleiki er eisini at gagnnýta allan fiskin. Í gomlum døgum kom fyri, at prísurin á livandi brunn-fiski var 100-ferðir hægri enn vanligt á enska feskfiskamarkaðinum. Á sølutorginum á bryggjuni í Bergen, 2001, varð livandi 2 kg toskur seldur fyri umleið 250 Nkr hvør. Prísurin á góðum vælhagreiddum upsa hevur verið omanfyri 10 Dkr/kg uttanlands, meðan hann var umleið 3 Dkr/kg her á landi. Leggjast kann afturat, at prísmunurin á ringum og góðum fiski á (illa-virkandi) føroysku uppboðssøluni er munandi minni enn á teimum útlendsku.


Ætlaðar føroyskar kanningar
Í Føroyum verður upsi fyri tað mesta veiddur við troli. Útlendsku royndarúrslitini við øðrum fiskasløgum og aðrari útgerð kunnu tí ikki nýtast beinleiðis her á landi. Ein av óivað mongum hættum at betra um dygdina av upsanum hevði verið at skipað so fyri, at tóvini vóru stutt, og ikki ov nógv kom í trolið. At posin varð hálaður inn ímóti, fiskurin pumpaður upp í brunn við innbygdari oxygen-veiting, og fongurin førdur til lands, tá brunnurin var fullur. Brunnbátur kundi eisini komi út eftir fonginum. Hesin veiðuháttur hevur ikki verið royndur her á landi, og tí eru nógvir spurningar at svara og nógvir trupulleikar at greiða. Til dømis veit eingin, hvussu stórur partur av fonginum er livandi, tá hann er komin upp í brunnin. Eingin veit heldur hvussu trolast skal, og hvat fyri trol-skap er best hóskandi fyri at fáa sum mest av livandi fiski upp úr sjónum. Menningarverkætlan er tí ynskilig at seta í verk. Ein av stovnaðu granskingarkjarnunum søkti saman við vinnuni um pening til verkætlan, hvørs endamál var at flyta veiddan upsa livandi til lands. Hóast søkt varð um eina lutfalsliga lítla upphædd, so varð umsøknin ikki játtað. Ikki tí at verkætlanin var vánalig. Nei, orsøkin er manglandi fígging til rannsóknir. Henda verkætlanin er bert ein av mongum, ið hava til endamáls at menna høvuðsvinnuna, og sum ikki fáa fígging her á landi. Tað er lítið sannlíkt, at útlendskir (EU) grunnar og stovnar fara at fíggja føroyskar granskingar- og menningarverkætlanir, sum vit ikki vilja part-fíggja sjálvi.

Fattandi fígging forðar framburði í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir, umboð fólksins, skilja eftir øllum at døma ikki, at neyðugt er at seta munagóða upphædd av til gransking og menning. Rímuliga nýggjar kanningar av árligari føroyskari fíggjarnýtslu til gransking og menning vísir, at hon samanlagt liggur nærri 50 milliónum Dkr enn 85 milliónum Dkr. Í mun til bruttotjóðarúrtøkuna ein lítil upphædd (0,5%) sammett við fæið hjá útlendsku kappingarneytunum (3-4%). Ein greið fatan av fortreytunum fyri framburði tykist eisini fjar, tí sjálvur krummtappurin í einum og hvørjum framkomnum vitanarsamfelagi er lagdur fíggjarliga upp í haft her á landi. Talan er um Landsbókasavnið. Hesin stovnur, ið umsitir alneyðugu elektronisku altjóða fróðartíðarritini, hevur tað tungt peningaliga. Kortini megnar hann eftir umstøðunum at veita eina rímiliga góða tænastu, takkað veri dugnaligu starvsfólkunum. Politiskt framsetta ynski um at vera í fremstu røð ár 2015 verður neyvan uppfylt, fæst ikki dygg fígging til rannsóknir og reistur (menning) til ávís útvald evni strax. Mikið spell um visión-2015-ætlanirnar bara verða til hugnaprát við lítlum og ongum álvara aftanfyri. Men eftir gongdini seinastu árini og nú kann bara staðfestast, at rong raðfesting teirra ráðandi hevur forðað og forðar fyri skjótum framburði í Føroyum.