Favorittarnir eru á útivølli

1. deild: Tey trý ovastu eru greiðir favorittar, tá ið tað í dag verður farið undan næsta triðingin av landskappingini. Seinnapartin er 10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni.

Kappingin um tey bæði plássini, sum bera uppflyting í bestu deildina við sær, hevur higartil verið millum Suðuroyarfeløgini FC Suðuroy og TB og AB.

Í dag eru hesi feløgini á útivølli.

FC Suðuroy er á veg til Runavíkar og NSÍ.

Tá ið liðini hittust á Vágseiði í 1. umfari vann heimaliðið 3-1.

AB riggar til at fara til Sørvágs. Í 1. umfari vann AB á Argjum 9-3 á teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

TB er á veg í Gundadal, har FC Hoyvík verður vertur á niðara vølli seinnapartin. Tá ið liðini hittust í 1. umfari í Hvalba, vann TB 6-2.

Skála fær seinnapartin vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Tá ið liðini í 1. umfari hittust í Gundadali, vann HB 4-0.

Síðsti dysturin verður í Leirvók kl. 19. Víkingur fær vitjan av EB/Streymi, sum í fyrsta umfari við Margáir vann 3-0 á Víkingi.

10. umfar í dag

NSÍ-FC Suðuroy: Rói Jacobsen kl. 15.15

Skála-HB: Dia Lamhauge kl. 15.15

07 Vestur-AB: Bárður Mortensen kl. 15.00

Víkingur-EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 19.00

FC Hoyvík-TB: Petur Reinert kl. 15.00

Støðan eftir 9 umfør:

FC Suðuroy 23

AB 21

TB 20

NSÍ 15

Skála 13

EB/Streymur 12

FC Hoyvík 10

HB 10

Víkingur 6

07 Vestur 0