Inntil í dag høvdu Víkingur og KÍ ikki tapt. Eftir trettanda umfar sigur talvan, at bæði Víkingur og KÍ hava tapt.
Næstsíðsta umfar undan summarsteðginum var merkisvert á tann hátt, at talan var um fýra útisigrar og bara ein sigur á heimavølli - Suðringar í Trongisvági.
Størsta skrædlið var í Klaksvík. Higartil í ár hevur tað ikki gingið væl hjá B36. Í dag var einki at rafla um. B36 smurdi KÍ av 5-1! Tí ber ikki til at siga annað, enn at fyrsta KÍ tapið var øgiligt. B36 hevur aftur og aftur mist. Nú glapp og tað av álvara.
Víkingur legði seg tíðliga í fyrra hálvleiki framum ímóti NSÍ, og Adeshina Lawal hevði møguleika at økja um leiðsluna, men hann misnýtti brotsspark, sum Símun Rógvi Hansen í NSÍ málinum bjargaði.
Eftir steðgin var tað Klæmint A. Olsen, sum við stútara javnaði. Síðstu løtuna var heimaliðið undirmannað, eftir at Andreas Lava Olsen tvær ferðir hevði sæð gult og harvið eisini reytt. Í yvirtíðini var tað Árni Frederiksberg, sum skoraði sigursmálið og lyfti NSÍ heilt fram í toppin. Tað eru bara tvey stig fram til Víking og KÍ.
Búi Egilsson er í hopla á liðnum hjá Suðringum. Eftir at Tór-Ingar Akselsen hevði lagt 07 Vestur framum í Trongisvági, tiltuskaði Búi Egilsson heimaliðnum brotssparkið, sum Jón Krosslá Poulsen javnaði við. Eftir steðgin og við lotinum undan skoraði Búi Egilsson tvær ferðir, og harvið eru Suðringar á tryggum fjórða plássi.
07 Vestur er eftir tapið í Trongisvági aftur undir strikuni.
B36 sigurin í Klaksvík var ógvuliga søtur. Fimm ymiskir málskjúttar og trý stig, sum bera við sær, at árstalsfelagið aftur er frammanfyri HB, sum tapti 2-1 á heimavølli ímóti Skála.
HB legði seg framum, og HB hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, sum Sebastian Pingel syrgdi fyri. Brian Jacobsen javnaði við fyrstu Skála royndini í fyrra hálvleiki, og fram ímóti dystarenda skoraði innskifti Jákupi Johansen sigursmálið. Tað ber við sær, at Skála nú er omanfyri strikuna.
Nú sær tað heilt svart út í Fuglafirði. EB/Streymur vann 3-1 í Fløtugerði. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er trý stig omanfyri strikuna. ÍF er nú seks stig frá bjargingini. Veteranurin Leif Niclasen setti hol á, og eftir at Bogi Reinert Petersen hevði javnað við stútara eftir horna, var tað innskifti Niklas Kruse, sum skoraði fyrsta málið nakrantíð í bestu deildini.
KÍ-B36 1-5 (0-3)
0-1: Odmar Færø
0-2: Lukasz Cieslewicz
0-3: Benjamin Heinesen
0-4: Erlendur Magnusson
1-4: Albert Adu
1-5: Hannes Agnarsson
ÍF-EB/Streymur 1-2 (0-1)
0-1: Leif Niclasen
1-1: Bogi Reinert Petersen
1-2: Niklas Kruse
Víkingur-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Adeshina Lawal
1-1: Klæmint A. Olsen
1-2: Árni Frederiksberg
HB-Skála 1-2 (1-1)
1-0: Sebastian Pingel
1-1: Brian Jacobsen
1-2: Jákup Johansen
Suðringar-07 Vestur 2-1 (1-1)
0-1: Tór-Ingar Akselsen
1-1: Jón Krosslá Poulsen br
2-1: Búi Egilsson
3-1: Búi Egilsson
Støðan
Víkingur 26 stig
KÍ 26 stig
NSÍ 24 stig
Suðringar 19 stig
B36 17 stig
HB 17 stig
EB/Streymur 14 stig
Skála 13 stig
07 Vestur 11 stig
ÍF 6 stig
Fjúrtanda umfar
Fríggjadagin 23. juni
ÍF-KÍ
Skála-NSÍ
Suðringar-HB
07 Vestur-Víkingur
EB/Streymur-B36