Favorittarnir hava ikki vunnið enn

Aftur hesa ferð endaði tað javnt hjá teimum trimum, sum vóru ovast í fjør, og sum verða roknað at vera favorittar

Í fjør varð B36 meistari. HB vann silvur, og Víkingur vann bronsu og gull í steypakappingini.

Undan hesum kappingarárinum varð roknað við, at hesi trý aftur í ár fóru at kappast um gullið. Tað er framvegis góður møguleiki fyri, at B36 skal endurvinna FM, og at Víkingur skal vinna FM fyri fyrstu ferð, og at HB enn einaferð skal verða meistari.

Merkisvert er tað tó, at tað í tveimum teimum fyrstu umførunum ikki er eydnast hesum trimum feløgunum at vinna fulla úrtøku. Felags fyri tey øll er, at tey í tveimum umførum hava verið partur av javnleikum.

Í dag vóru úrslitini hjá hesum feløgunum: ÍF-HB 1-1 og B36-Víkingur 3-3. Triði javnleikurin í dag var á Argjum, har úrslitið var AB-TB 1-1.

Í hesum umfarinum vóru tað tveir vinnarar: NSÍ-EB/Streymur 5-1 og KÍ-FC Suðuroy 3-0.

Harvið er NSÍ topplið við fullari úrtøku – 6 stig – og KÍ er næstfremst við 4 stigum. ÍF, Víkingur, B36, HB, AB og TB hava øll 2 stig eftir tveir javnleikir, EB/Streymur hevur 1 stig, og FC Suðuroy bíðar framvegis eftir fyrsta stignum.

 

NSÍ-EB/Streymur 5-1 (1-1)

1-0: sjálvmál 18.

1-1: Rasmus Dan Sørensen 41.

2-1: Árni Frederiksberg 49.

3-1: Klæmint A. Olsen 50.

4-1: Klæmint A. Olsen 77.

5-1: Meinhard Egilsson Olsen 92.

 

AB-TB 1-1 (0-1)

0-1: Heini Mikal Mortensen 29.

1-1: Teitur Jóannesarson 58.

 

ÍF-HB 1-1 (1-1)

1-0: Kristoffur Jakobsen 23.

1-1: Pál M. Joensen 29.

 

KÍ-FC Suðuroy 3-0 (1-0)

1-0: Kenan Hajdarevic 37.

2-0: Jákup B. Andreasen 70.

3-0: Ndende Adama Guéye 83.

 

B36-Víkingur 3-3 (2-3)

0-1: Andreas Lava Olsen 3.

1-1: Hanus Thorleifsson 20.

1-2: Andreas Lava Olsen 26.

2-2: Jákup á Borg 34.

2-3: Andreas Lava Olsen 42.

 

3-3: Ibrahima Camara 81.

 

Triðja umfar verður komandi vikuskifti. Tá bíðar teimum báðum, sum eftir tvey tey fyrstu umførini eru ovast á talvuni,  stór avbjóðing. NSÍ skal í Gundadal at spæla ímóti B36, og KÍ fær í klassikaranum yvir allar aðrar vitjan av HB.

Leygardagin: EB/Streymur-ÍF og FC Suðuroy-TB.

Sunnudagin: KÍ-HB, B36-NSÍ og AB-Víkingur.

 

Í dag vóru aftur tekniskir trupulleikar við nýggju skipanini at dagføra beinleiðis. Tí varð skift aftur til gamla mátan at fylgja við. Hvussu tað gekk fyri seg sæst niðanfyri her.

 

 

LIÐUGT

3-3

85) 3-3

Sera spennandi og spentar støður í báðum endum. B36 málverjin spælir aftur við eld ímóti Finni Justinussen.

 

80) 3-3: Ibrahima Camara

So er aftur javnt í Gundadali. Eftir innlegg úr høgru frá Jákupi á Borg hevur Ibrahima Camara við høvdinum sett bóltin í málið.

 

78) 2-3

Gula kortið verður víst Gesti B. Dam fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.

 

77) 2-3

Finnur Justinussen hevur sæð gult fyri at gera fríspark.

Árni G. Nielsen er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Andrias Eriksen. B36 spennir álopsbogan.

 

76) 2-3

Burtursæð frá tá ið Hørður Askham tíðliga í hesum hálvleikinum rakti í tvørtræið hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar í 2. hálvleiki.

 

73) 2-3

Nú er vøllurin meiri hvítur enn grønur, men tað ber framvegis væl til at spæla fótbólt. Víkingur leggur ikki so nógv í álopspartin, men tá ið gestirnir hava bóltin, so duga teir væl at samanspæla.

 

70) 2-3

Heglingsælið er ógvuliga frekt í Gundadali, har tað framvegis er intenst og spennandi. B36 megnar ikki rættiliga at leggja trýst á Víking, sum er frammanfyri 3-2. Men tað er B36, sum er omaná.

 

66) 2-3

Bárður Hansen er nú vongverji, og Gert Hansen er ytstur á miðvøllinum í høgru hjá Víkingi.

 

62) 2-3

B36 málverjin spælir við eld. Tvær ferðir hevur síðstu løtuna verið um reppið, at Víkinga álopsspælarin Finnur Justinussen hevur fingið bóltin av honum.

 

60) 2-3

Andreas Lava Olsen hevur í langa tíð ikki verið førur fyri at spæla alla tíðina. Tað er hann heldur ikki í dag, tí nú er hann farin av vøllinum, eftir í 1. hálvleiki at hava skorað tríggjar ferðir. Í hansara stað er komin Heðin Hansen.

B36 er leikliga væl betri við nú, enn heimaliðið var í 1. hálvleiki.

 

55) 2-3

B36 verjan hevur sera vakið eyga við Andreas Lava Olsen. Tað er einki at siga til, tí Lava hevur longu skorað tríggjar ferðir ídag. Víkingarnir eru vandamiklir, tá ið Súni Olsen roynir seg við deyðbóltum.

 

50) 2-3

Tað er sera lívligt í Gundadali, har tað eru møguleikar í báðum endum. Næst við at fáa mál lítlu løtuna eftir steðgin hevur B36 verið. Miðverjin Hørður Askham sendi bóltin í tværtræið, haðani hann brast niður í vøllin!

 

HÁLVLEIKUR

2-3

3 minuttir lagdir aftrat.

44) 2-3: Andreas Lava Olsen

So hevur Andreas Lava Olsen skorað fyri triðju ferð í dag. Hesa ferð var tað eftir innlegg úr høgru frá Gert Hansen, sum spældi saman við Philip Djordjevic, áðrenn hann legði innfyri.

Jónas Tór Næs er so mikið skaddur, at hann verður borin av vøllinum. Í hansara stað er komin Gestur B. Dam á vinstra vongverja hjá B36.

 

40) 2-2

Víkingur hevur leikliga yvirvág, og teir í B36 gera nógv mistøk í uppspælinum.

 

35) 2-2: Jákup á Borg

Við fínum skoti av brotsteigarmarkinum hevur B36 liðfomraðurin Jákup á Borg javnað.

Víkingur hevur síðstu løtuna verið leikliga greitt omaná, men í málum stendur tíggju minuttir undan steðginum á jøvnum.

 

25) 1-2: Andreas Lava Olsen

Tað er undirhald fyri allar pengarnar í Gundadali. Andreas Lava Olsen hevur fyri aðru ferð í dag skorað fyri Víking. Hesaferð var tað Finnur Justinussen, sum tók bóltin av Odmari Færø, og Andreas Lava Olsen var púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin upp um Tórð Thomsen. 

 

23) 1-1

Útjavnandi málið tykist hava givið B36 luft undir veingirnar. Nú finna heimamenninir hvønn annan nógv meiri, enn teir gjørdu fyrra partin av hálvleikinum.

 

20) 1-1: sjálvmál

B36 hevur púrt einki havt at vísa á, men nú er 1-1. Eftir fínt uppspæl royndi Hanus Thorleifsson seg. Vandi tóktist ikki vera á ferð, men bólturin tók í ein av víkingunum og broytti so mikið kós, at Geza Turi var púra snýttur.

 

15) 0-1

Líkindini at spæla fótbólt eru góð, men hjá áskoðarunum er tað kalt. Øgiliga Víkinga pressið er ikki so massivt, sum tað var fyrstu løtuna.

 

10) 0-1

Meistararnir eru illa sperdir av Víkingi, sum er sera ágangandi.

 

8) 0-1

Víkingur er nógv bragdligari enn heimamenninir.

 

5) 0-1: Andreas Lava Olsen 3.

Gestirnir hava lagt bragdliga fyri ímóti FM vinnarunum í B36 í Gundadali. Tá ið hálvur triði minuttir var farin, rann Andreas Lava Olsen frá B36 verjuni, og so sendi hann bóltin framvið Tórði Thomsen og í málið.

 

B36-Víkingur kl. 16.15

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Jónas Tór Næs – Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson, Andrias Eriksen, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara

Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Bárður Hansen, Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Philip Djordjevic – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen

----

Tað endaði javnt á Argjum millum AB og TB. Tá ið Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð var fagnaðurin millum TB spælararnar størri, enn hann var millum heimamenninar.

TB legði seg framum í nógva undanvindinum í 1. hálvleiki, tá ið Heini Mikal Mortensen sendi horna beinleiðis í málið.

Miðverjin Teitur Jóannesarson javnaði fyri AB við rimmar langskoti í 2. hálvleiki. 

---

LIÐUGT

1-1

92) 1-1

Í øllum AB trýstinum vóru TB spælararnir brádliga yvirmannaðir í skjótum mótálopi, men Heðin Stenberg í AB málinum fekk fatur á eftir sending frá Patrik Johannesen.

 

90) 1-1

3 minuttir lagdir aftrat.

 

87) 1-1 

AB trýstir fyri at skora sigursmálið, og TB verjir. Jógvan Skeel Nolsøe hevur havt risa møguleika at skora, men Ivan Stojkovic vardi fyri. Møguleikin komst eftir kiks í verjuni hjá TB.

 

80) 1-1

Tekniskir trupulleikar við nýggju skipanini ber við sær, at vit skifta til gamla slagið av dagføring. Tað er framvegis javnt og lívligt á Argjum, har báðir partar leggja nógv fyri í royndini at skora sigursmálið. 

 

AB-TB

Dómari: Alex Troleis

AB: Heðin Stenberg - Jónas Stenberg, Teitur Jóannesarson, Dmitrije Jankovic, Magnus Egilsson - Kári Nielsen,  Bárður Olsen, Jobin Drangastein - Álvur F. Christiansen,  Jógvan Skeel Nolsøe,  Rógvi Poulsen

 TB:  Ivan Stojkovic  - Teitur Justinussen, Teitur Olsen, Heini Mortensen, Andri – Reynir, Heini M. Mortensen, Rógvi Joensen - Eirikur Magnusarson, Patrik Johannesen,  Arthur D. Poulsen

----

LIÐUGT

3-0

90) 3-0 3 minuttir lagdir aftrat.

85) 3-0: Ndende

Eftir innlegg tamdi Ndende bóltin, áðrenn hann smekkaði hann í netið. Nú er KÍ fult og heilt omaná.

 

75) 2-0: Jákup B. Andreasen

So er KÍ tryggari á sigurskós. Spildurnýggi maðurin á besta liðnum, Jákup B. Andreasen, ið er sonur gamla KÍ spælaran Jan Andreasen, hevur økt um leiðsluna við fínum máli: Ndende legði út frá, og 16 ára gamli Jákup B. Andreasen smekkaði til úr 20 metrum og upp í málhornið!

KÍ hevur havt stórar møguleikar, eitt nú Atli Danielsen og Kenan.

 

65) 1-0

Jóannes Bjartalíð er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Páll A. Klettskarð.

 

55) 1-0

Ndende hjá KÍ hevur sæð gult.

Klaksvíkingar hava bóltin væl meiri enn gestirnir, men so leingi sum munurin er eitt mál, so er tað framvegis øgiliga spennandi.

 

Hálvleikur 1-0

1-0: Kenan Hajdarevic

Eftir kontra hevur nýggi KÍ álopsspælarin skorað. Hann var á ragnstøðumarkinum, tá ið hann varð leysur innanfyri verjuna og skoraði.

 

KÍ-FC Suðuroy

KÍ: Meinhardt Joensen - Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Atli Danielsen, Jákup B. Andreasen - Jóannes Bjartalíð, Kenan Hajdarevic, Hjalgrím Elttør

FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Búi Egilsson, Heri Kjærbo, Christian Ibegeaha, Palli Augustinussen - Jón Krosslá Poulsen, Høgni Madsen, Salmundur Bech, Ari Krosslá Poulsen - John Villi Leo - John Tordar Poulsen

 

 

-----

HB var leikliga omaná stóran part av tíðini, og fleiri møguleikar vóru í ÍF brotsteiginum. Tvær ferðir var bólturin í málinum, men tað varð kolldømt.

Síðstu løtuna var íF við aftur, og tvær ferðir var heilt tætt við, at Dánjal á Lakjuni skoraði. Aðru ferð bjargaði Teitur M. Gestsson, og seinnu ferðina fór bólturin við síðuna av málinum.

 

LIÐUGT

1-1 

85) 1-1

Tað er stórur spenningur í Fuglafirði, har HB hevur havt fleiri møguleikar at leggja seg framum, men tað er framvegis javnleikur 1-1.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

1-1: Pál Mohr Joensen

Við fínum skoti hevur Pál Mohr Joensen javnað fyri HB, sum hevur betri tak á fótbóltsspælinum enn heimamenninir.

 

1-0: Kristoffur Jakobsen

Eftir fríspark úr høgru og umvegis Poul N. Mikkelsen hevur Kristoffur Jakobsen, sum í dag er í álopinum saman við Dánjali á Lakjuni, lagt ÍF framum.

ÍF-HB

ÍF-HB

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Sjúrður Jacobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Fritleif í Lambanum, André Olsen, Andy Olsen – Kristoffur Jakobsen, Dánjal á Lakjuni

 

HB: Teitur M. Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Rógvi S. Holm, Alex dos Santos – Rene S. Joensen, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen – Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen, Pál Mohr Joensen