Skal ein trúgva alheims veddingarfyritøkum, so verður tað neyvan Chelsea, ið fer at endurvinna enska Premier League í ár. Heldur er tað ein av kappingarneytunum, ið er rímiliga greiður favorittur.
Sambært veddingarfyritøkunum, so eru størst sannlíkindi fyri, at gullið endar í Manchester. Teir meta tað enda í ljósabláa partinum av býnum, tí favoritturin at vinna Premier League í ár er Manchester City.
35 veddingarfyritøkur bjóða odds upp á vinnaran av Premier League, og tær eru allar samdar um, at Manchester City er favorittur. Miðaloddsið er 2,75, og tað merkir, at tær meta City hava áleið 36% møguleika at vinna.
Sambært teimum, so verður hørð kapping um 2. plássið ímillum Manchester United og Chelsea. Síðani er Tottenham favorittur at sníkja seg við í topp 4, meðan bæði Liverpool og Arsenal eru spádd at enda uttanfyri.
Premier League fer av bakkastokki í annaðkvøld, tá ið Arsenal fær vitjan av Leicester. Dysturin byrjar kl.19.45.
Odds – Danske Spil
Manchester City 2,85
Manchester United 4,40
Chelsea 4,50
Tottenham 10,00
Liverpool 12,00
Arsenal 12,00
Everton 80,00
Leicester 200
Southampton 250
West Ham 350
Newcaste 500
Stoke 750
West Bromwich 750
Crystal Palace 750
Bournemouth 750
Swansea 750
Watford 1000
Burnley 1500
Brighton 1500
Huddersfield 1500