FA Cup
Arsenal hevur verið umboðað í fýra av fimm teimum síðstu finalunum í FA Cup, men í ár vera teir so ikki at síggja á Wembley í finaluni. Arsenal tapti nevniliga fyri Bolton í fjórða umfari. Bolton vann 1-0 við máli frá Stelios Giannakopoulos móti endanum av dystinum.
Hetta var ein dyggur smeitur fyri Arsenal, sum eisini tapti hálvfinaluna í minnu steypakappingini í síðstu viku. Arsenal hevur sostatt bert ein møguleika at vinna nakað steyp í ár, og tað er Champions League.
Arsene Wenger varð noyddur at senda eitt skert lið á vøllin ímóti Bolton. Thierry Henry, Bisan Lauren og Dennis Bergkamp vóru ikki tøkir, og tí sendi venjarin boð eftir fleiri yngri leikarum, sum tó ikki megnaðu at lyfta uppgávuna til fulnar. Seinasta vikan hevur sostatt roynst serliga illa hjá Arsenal, sum eftir øllum døma liggur í einum tungum aldudali.
Lampard bjargaði Chelsea
Chelsea hevði eina torføra uppgávu á útivølli ímóti Everton, sum áður hevur leikt javnt ímóti Chelsea í hesum kappingarárinum.
Everton gav eisini suverena oddaliðnum í landskappingini skarpan gang. Heimaliðið hevði munin fyri steðgin og var frammanfyri við einum máli, ið James McFadden skoraði, tá hann setti høvdið á eitt innlegg úr vinstru.
Hevði Everton havt initiativið í fyrra hálvleiki, so var tað Chelsea, ið setti dagsskránna eftir steðgin. Damien Duff og Carlton Cole vórðu sendir á vøllin fyri at styrkja um álopsspælið, og tað gav eisini úrslit.
Chelsea skapti nógvar møguleikar, og serliga Hernan Crespo fekk fleiri góð tilboð. Men tá 73 minuttir vórðu leiktir, var tað toppskjúttin hjá Chelsea, ið fekk útjavnandi málið. Frank Lampard varð spældur leysur í brotsteiginum og hann javnaði til 1-1. Nú skulu liðini so spæla umdyst á Stamford Bridge, og tá má Chelsea vera stórfavorittur.
Liverpool hóraði undan
Liverpool var á útivølli ímóti botnliðnum Portsmouth, og tað gjørdist Liverpool, ið fór við sigrinum. Gerrard legði Liverpool framum við einum brotssparki, og John Arne Riise skoraði seinna málið við einum vøkrum langskoti.
Portsmouth svaraði aftur í seinna hálvleiki, tá Sean Davis minkaði um munin, men Portsmouth megnaði ikki at fáa útjavnandi málið.
Liverpool keypti í vikuni Robbie Fowler, men hann hevur ikki loyvi at umboða Liverpool í FA Cup, av tí at hann longu hevur leikt við Manchester City í steypakappingini.
United víðari uttan hóvasták
Manchester United spældi á útivølli ímóti Wolverhampton, ið spælir í næstbestu deildini. Hetta vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki hjá United, hóast lið úr Premier League ofta kunnu hava trupulleikar á útivølli ímóti liðum úr lægri deildum.
Kieran Richardson legði United á odda eftir bert fimm minuttir, og tað Louis Saha økti til 2-0 fyri steðgin. Richardson var aftur á blettinum í seinna hálvleiki og sló sigurin rimmarfastan.
Eitt av Premier League liðunum mátti lúta fyri mótstøðu úr triðbestu deildini. Botnliðið Sunderland møtti Brentford á útivølli, og Brentford syrgdi fyri tí mest óvæntaða úrslitinum í hesum umfarinum, tá tað eydnaðist at vinna 2-1.
Claus Bech fekk nakrar minuttir
Felagið hjá Claus Bech Jørgensen, Coventry, tók á heimavølli ímóti Middlesbrough, og tað var størsta mannfjøld í hesum kappingarárinum, ið sá ein heimadyst hjá Coventry.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tað má sigast at vera eitt gott úrslit hjá Coventry. Middlesbrough legði seg annars framum beint eftir steðgin, men Coventry javnaði til 1-1 við máli frá Stern John.
Claus hevur ikki fingið serliga nógva spælitíð, síðan felagið keypti veteranin Don Hutchison, ið hevur skumpað Claus av liðnum. Claus fekk fimm minuttir á vøllinum leygardagin, tá hann kom inn fyri júst Hutchison.
Málríkasti dysturin hetta vikuskiftið var millum West Ham og Blackburn, og hann endaði við 4-2 sigri til West Ham. Veteranurin Teddy Sheringham kom á máltalvuna hesuferð, tá hann javnaði til 1-1 frá brotssparksblettinum.
Lutakastið til fimta umfar hevur verið í dag, men tað varð avgreitt eftir evstamark hjá blaðnum.