Faxe Kondi: Greiður sigur til Kyndil - Tepur sigur til VÍF

Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum eru leiktar í kvøld

Kyndil hevur eitt gott útgangsstøðið, meðan alt er opið millum VÍF og Neistan. Tað er niðurstøðan aftaná fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann Kyndil greitt 36-29 á H71. Í steðginum vóru eisini sjey mál á muni. Tá var Kyndil á odda 20-13.

 

Liðini áttu hvør sín stórskjútta í kvøld. Anna Elisabeth H. Weyhe skoraði 12 mál fyri H71, og Turið Arge Samuelsen skoraði 14 mál fyri Kyndil.

 

Liðini spæla seinnu hálvfinaluna í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 17.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF 24-23 á Neistanum. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 13-10, og tá 40 minuttir vóru leiktir var Neistin á odda 19-13. Men seinastu løtuna var VÍF omaná og fekk vent dystinum. 

 

Toppskjúttar vóru Anna Sigrunardóttir Mikkelsen hjá Neistanum, og Ingibjørg Olsen. Tær skutu seks mál hvør.

 

Liðini spæla seinnu hálvfinaluna í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá báðum teimum fyrru hálvfinalunum:

 

##med2##

 

##med3##