Faxe Kondi: Neistamenn vunnu stórsigur á Team Klaksvík

Neistin legði væl fyri í bólki 2

Mynd: HSF

Ein dystur er í kvøld leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti Team Klaksvík. Dysturin endaði við stórsigri 31-13 til Neistan. Í steðginum vóru neistamenn á odda 13-5.

 

Gilli Reginsson var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Anfinn Signarsson Kallsberg var toppskjútti hjá Team Klaksvík við fýra málum.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 spæla hini bæði liðini, VÍF og H71 í høllini í Vestmanna.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og Team Klaksvík:

 

##med2##

 

Mynd: HSF