Misálit: Fara at spyrja um ICES tilmælið í Løgtinginum í dag

Hóttanin um misálit hongur enn yvir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, um enn eitt sindur viknað

Tað var Jacob Vestergaard, sum reisti málið um nógv umrøddu fráboðanina frá ICES um stóru skerjingar í veiðuni eftir makreli, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026. Løgtingsmaðurin vildi vera við, at landsstýrið visti um fráboðanina, áðrenn fíggjarlógaruppskotið kom í Løgtingið 30. september – sama dag, sum tilmælið var almannakunngjørt.

 

Tað er síðani komið fram, at telduposturin strandaði hjá aðalstjóranum í Fiski- og samferðslumálaráðnum, Elini Mortensen.

 

Eitt misálitisuppskot hevur hingið í luftini, men í gjár segði Jacob Vestergaard við in.fo, at hann ikki fór at leggja eitt tílíkt uppskot fram í gjár – millum annað tí, at løgmaður hevði tikið stig í málinum og givið landsstýrismanninum eitt nefs, og fyri at geva landsstýrismanninum møguleikan »at fáa skil upp á aðalráðið hjá sær«, sum Jacob Vestergaard málbar seg.

 

Hann vísti samstundis á, at í dag eru munnligir fyrispurningar á skránni í Løgtinginum, og tá fara uttan iva at koma spurningar til landsstýrismannin, sum kunnu avdúka, um hann hevur skil á sínum aðalráð ella ikki.

 

Hóast luftin helst er farin úr misálitis-ballónini, so hongur enn ein farri av misáliti í luftini.

 

Vanliga hava slíkar misálitishóttanir frá andstøðupolitikarum ikki so nógv upp á seg, men tann støðan er broytt, eftir at Lilljan Weihe og Erling Eidesgaard feldu Ingilín D. Strøm sum landsstýriskvinnu, aftan á eitt misálitisuppskot frá andstøðuni.

 

Tað hevði uttan iva eisini ávirkan á, at Dennis Holm so skjótt í samráð við løgmann gjørdi av at leggja landsstýrissessin frá sær eftir átalu frá landsstýrismálanevndini.

 

Skuldi eitt uppskot um misálit komið á eitt landsstýrisfólk hjá Tjóðveldi – og bara ein lítil illgruni var um okkurt óregluligt, so kann hugsast, at Liljan Weihe hevði hildið somu linju sum í málinum um Ingilín Didriksen Strøm, umframt at onkur atkvøða úr Javnaðarflokkinum hevði verið fyri tí. Tí sita landsstýrisfólkini eitt sindur leysari í sessunum nú, enn tey plagdu at gera.

 

Tingfundurin verður klokkan 11, har einasta mál á skránni er munnligir fyrispurningar. Og tað merkir, at tað er frítt hjá tingfólki at spyrja løgmann og landsstýrisfólk um alt – og har verður nógv umrødda ICES tilmælið og strandaði telduposturin í Fiskimálaráðnum uttan iva ein av spurningunum.