Bygnaðurin á eldraøkinum við eldrasamstørvum er ikki nøktandi, tí hann ger tað trupult at leggja langtíðar ætlanir og gera neyðugar raðfestingar.
Í frágreiðingini ‘Eftirmeting av eldraøkinum’ frá 2021, varð bygnaðurin og samstørvini á eldraøkinum viðgjørt. Frágreiðingin vísir á, at royndirnar hjá eldrasamstørvunum eru ymiskar, har summi samstørv hava riggað væl, meðan onnur hava havt trupult við at samstarva. Samstørvini avmarka, sambært eftirmetingini, møguleikan hjá kommunum at raðfesta millum vælferðarøkir og aðrar kommunalar uppgávur lokalt. Eftirmetingin vísir á, at eldraøkið liggur uttan fyri ræðisøkini hjá kommunum, og vandi er fyri, at ábyrgdarkenslan av økinum tí fánar.
Eftirmetingin mælir til eina loysn, sum er, at kommunurnar skipa seg í størri eindir, soleiðis at betri samsvar verður millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skal røkja.
Búskaparráðið tekur undir við, at kommunurnar skulu leggja saman fyri at fáa størri og inntøkusterkari eindir, og eisini fyri at gera kommunuraksturin effektivari.
Hetta kann tó ikki standa einsamalt, tí tað eru framvegis økir í landinum, ið fara at hava tað trupult at reka og fíggja eldraøkið í framtíðini. Verður fíggingin ikki broytt, kemur tað sannlíkt at viðføra, at tænastustigið á eldraøkinum verður ójavnt kring landið. Fíggingarleisturin má tí eisini endurskoðast. Annar møguleiki er at endurskoða, um eldraøkið skal flytast aftur til landið, skrivar Búskaparráðið.