Ókeypis konsert við lokalum tónleikarum

- Tiltakið er stuðlað av Økistónum, sum hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum

Fríggjakvøldið hin 24. oktober, sum er komandi fríggjakvøld, verður ein forkunnug konsert hjá Jugga í Vági.

 

Her fara lokalir tónleikarar at skapa ein serligan stemning og lív í býnum.

 

- Tað verða nakrir av okkara lokalu sum fara at framføra, verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í dag.

 

Tey sum luttaka eru: Hjalmar & Dagfinn, Evi Tausen, Sjúrður Djurhuus og Ingi Poulsen.

 

- Tiltakið er stuðlað av Økistónum, sum hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum.

 

Lagt verður aftrat, at Økistónar stuðlar konsertum, sum millum annað styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið.

 

Konsertin komandi fríggjakvøld hjá Jugga byrjar klokkan 22, og hon er ókeypis.