Faxe Kondi: Stjørnan helt lív í steypavónini við sigri á EB

Stjørnan vann á EB í KÍ-høllini

Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í kvøld.

 

Stjørnan tók móti EB í KÍ-høllini. 

 

Stjørnan vann dystin 32-28. Í fyrra hálvleiki var tað tó EB sum var omaná. Í steðginum vóru eiðiskvinnur á odda 15-11.

 

Seks minuttir vóru eftir av dystinum tá Stjørnan fyrstu ferð legði seg á odda við støðuna 26-25. Eftir tað var Stjørnan omaná.

 

Durita Ljósstein Johansen var toppskjútti hjá Stjørnuni við átta málum. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við sjey málum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla hini bæði liðini í bólki 1, H71 og VÍF dyst í Hoyvíkshøllini. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7113724132
 VÍF13929102
 STJØRNAN26167-62
 EB25269-170