FBI reinsar Hillary

Í gjár kunngjørdi FBI, at eingin ákæra verður reist móti Hillary Clinton eftir at tey hava verið ígjøgnum hennara privatu teldupostar fyri aðru ferð.

 

Men Donald Trump vil ikki sleppa ákærunum móti mótstøðukvinnuni. 

 

- Hillary er sek. Hon veit tað, FBI veit tað og fólkið veit tað. Og nú er tað í hondunum á amerikanska fólkinum at fremja rættvísi í atkvøðurúmunum 8. november, sigur hann sambært útlendskum miðlum, á einum veljarafundi í Detroit. 

 

Hansara hugsan er, at tað er vónleyst at hugsa sær, at FBI hevur gjøgnumgingið 650.000 teldupostar uppá so stutta tíð. 

 

- Hon verður vard av einari rotnari skipan, sigur Donald Trump.