FC Barcelona kiksaði og Pique peikar á Real Madrid

La Liga: Lionel Messi fór málleysur av vøllinum í gjár og nú kann Real Madrid vinna

FC Barcelona spældi í gjár málleysan javnleik móti Sevilla á útivølli. Tað merkir at Real Madrid kann avgera meistarheitið við at vinna restina av sínum dystum.

FC Barcelona hevði Luis Suarez við frá bryjan fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir. Hann fór undir skurð undan koronasteðginum. Tað endaði millum annað við, at felagið keypti danska Martin Braithwaite, sum byrjaði inni í álopinum.

Sevilla hevði minst líka stórar málmøguleikar sum FC Barcelona, men gestirnir úr Katalonia mundu hava fleiri málmøguleikar og teir høvdu eisini bóltin nógv. Eftir dystin var miðverjin FC Barcelona, Gerard Pique, ikki so bjartskygdur, tá hann bleiv spurdur um møguleikarnar fyri at vinna landskappingina.

- Nú er tað upp til Real Madrid at vinna meistaraheitið. Eg havi ilt við at síggja, at teir seta fleiri stig til, sigur Gerard Pique.

Real Madrid spælir í annaðkvøld á útivølli móti Real Sociedad.

1Barcelona30205569:3165
2Real Madrid29188355:2062
3Sevilla301410642:3052
4Atlético Madrid291213437:2249
5Getafe29138838:2747
6Real Sociedad291451046:3647
7Villarreal301451147:3847
8Valencia291110839:4343
9Granada301261237:3642
10Athletic Bilbao29912832:2639
11Levante291051434:4235
12Alavés29981231:3935
13Osasuna298111035:4435
14Real Betis298101140:4734
15Real Valladolid297121025:3433
16Eibar29771530:4628
17Celta Vigo295121222:3527
18Mallorca30751829:5026
19Espanyol29591525:4624
20Leganés30591623:4424