FC Barcelona má skerja lønarútreiðslurnar 1,3 miljardir krónur

FC Barcelona er farið uppum loyvda lønarmarkið í La Liga, og nú mugu skerjingar til

Til komandi kappingarár má FC Barcelona skerja lønarútreiðslurnar við tí sum svarar til 1,3 miljardir krónur í okkara peningi. 

 

Hesum boðaði forsetin í FC Barcelona, Joan Laporta frá á einum tíðindafundi fyrr í dag.

 

- Vit vita øll, at La Liga setir eitt mark, ið vit mugu halda okkum innanfyri. Beint nú eru vit farin uppum loyvda lønarmarkið, og tað merkir, at La Liga halda fram við at skerja okkum. Hetta er sera torført at handfara. Síðani eg tók við sum forseti hava vit keypt leikarar, ið hava eitt virði upp á 215 miljónir evrur, meðan vit hava selt leikarar fyri 141 miljónir evru. Vit hava snikkað saman ein kappingarføran hóp, men komandi summar eru vit noydd til at minka um lønarútreiðslurnar við 170 miljónum evrum (umleið 1,3 miljardum krónum í okkara peningi). Var fráboðanin hjá Joan Laporta á tíðindafundinum. 

 

Um tað ikki gongur fíggjarliga væl hjá FC Barcelona, so gongur ítróttarliga væl. Liðið er greitt á odda í La Liga, átta stig frammanfyri arvafíggindarnar, Real Madrid.