FC Barcelona hevur í kvøld boðað frá, at felagið ikki megnar at gera nýggjan sáttmála við Lionel Messi. Partarnir vóru annars samdir um ein nýggjan fimm ára sáttmála, men vegna fíggjarviðurskifti og aðrar forðingar kann felagið ikki gera sáttmálan.
Lionel Messi hevur verið uttan sáttmála síðani í summar, men tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at hann ætlaði at halda fram í felagnum, eftir at Joan Laporta vann forsetavalið. Avbjóðingin hevur verið, at felagið er í fíggjarligum ódnarveðri, eftir at undanfarni forsetin hevur stýrt felagnum illa.
Joan Laporta og Lionel Messi eru væl, og tað eru onkrar ábendingar um, at hetta er eitt politiskt spæl, sum skal leggja trýst á La Liga, at lætta fíggjarligu ásetingarnar. Tær eru harðari enn í fleiri av hinum stóru deildunum.
Samstundis sum FC Barcelona legði tíðindaskrivið út, legði Real Madrid eitt tíðindaskriv út, um at felagið ikki ynskir at íleggjarar sleppa at keypa seg í La Liga. Bæði FC Barcelona og serliga Real Madrid hava verið undangongufeløgini fyri Super League, ið ikki bleiv til nakað.
Tað eru helst bara tvey feløg, sum kunnu tryggja sær Lionel Messi við sáttmálakrøvunum, ið hann hevur. Tað eru Paris Saint Germain og Manchester City. Her er talan um feløg, sum ein statur eigur, og tí er pengatangin endaleysur. Tó skulu feløgini lúka ávísar treytir.
Lionel Messi ynskti eisini at sleppa úr FC Barcelona undan farna kappingarári. Hetta tí hann ikki vildi spæla undir táverandi forsetanum, Josep Maria Bartomeu. Hann hevur síðani í summar verið uttan sáttmála, men ikki verið settur í samband við onnur feløg.