1. deild: Við 3-1 sigri á teimum næstbestu hjá EB/Streymi lætti FC Hoyvík sær í dag eitt stórt fet frá botnlinjuni. Higartil hevur tað verið rættuliga haltandi hjá FC Hoyvík, og tað hevur borið við sær, at liðið hevur verið í nánd av niðurflytingarstrikuni.
Í dag eydnaðist tað at vinna fyri triðju ferð. Á niðara vølli í Gundadali hevði høvuðsstaðarliðið vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og gestirnir noyddust úr Gundadali við ongum.
FC Hoyvík vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.
Leikandi venjarin hjá FC Hoyvík, Jan Mølvad Laursen legði heimaliðið á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, og so skoraði Brian Olsen hjá EB/Streymi tvær ferðir: Eftir hálvan tíma javnaði hann til 1-1, og seks minuttir undan hálvleiki var hann so óheppin, at hann stýrdi bóltin í málið aftanfyri liðfelagan í EB/Streyma málinum - Sam Bjartalíð.
Bogi á Borg Eyðunsson staðfesti 3-1 FC Hoyvík sigurin, tá ið 2. hálvleikur var eitt lítið korter gamalur.
Eftir átta umfør hevur EB/Streyumur tólv stig, og FC Hoyvík hevur tíggju stig.