Fótbóltsárið endaði væl uppi í Hoyvík. Eftir eitt ár í 2. deild fluttu menninir upp aftur í 1. deild, og kvinnurnar varðveittu plássið í Betri deildini.
Menninir skulu hava nýggjan venjara nú Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham ikki halda fram, og hevur felagið funnið eina lokala loysn.
Serbin Zoran Vujovic, ið síðstu tvey árini hevur vant kvinnurnar í felagnum, skal nú standa á odda fyri monnunum. Samstundis tekur Vernar Restorff Olsen, sum í ár var hjálparvenjari hjá Zoran, við sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum.
Hesum boðaði FC Hoyvík frá á Facebook um vikuskiftið.











