Jákup Thomsen og liðfelagarnir úr FC Midtjyllandi spældu í dag áttandapartsfinalu í ungdómskappingini av Champions League ímóti spanska stórfelagnum, FC Barcelona.
FC Midtjylland varð útsligið eftir eitt 3-1 tap, men leingi sá út til at teir kundu fremja sensatiónina.
Jákup og liðfelagarnir fingu í fyrra hálvleiki eina dreymabyrjan uppá dystin. Teir komu nevniliga á odda 1-0, eftir at ein Barcelona leikari hevði skotið bóltin í egið mál.
Í hálvleikinum var støðan eisini 1-0 til FC Midtjylland.
Í seinna hálvleiki legði FC Barcelona eitt størri trýst á FC Midtjylland, og eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði Barcelona.
Brekkan hjá FC Midtjylland var seinasta korterið uppaftur tyngri, tá ein verjuleikari fekk sítt seinna gula kort, soleiðis at teir máttu spæla við einum manni í undirtali. Tíggju minuttir seinni fekk ein verjuleikari hjá Barcelona tó eisini sítt seinna gula kort, soleiðis at liðini ímóti endanum aftur spældu við líka nógvum leikarum.
Leingi sá út til at dysturin mátti út í brotssparkskapping, áðrenn ein vinnari kundi finnast. Men í yvirtíðini misti FC Midtjylland alt á høvdið. Fyrst økti Barcelona til 2-1, og longu minuttin aftaná øktu teir til 3-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Sæð við føroyskum brillum spældi Jákup Thomsen fyrstu 83 minuttirnar av dystinum.