Teir báðir, Ari Krosslá Poulsen og Reidar Dahl Joensen skulu í FC Suðuroy blusurnar nú.
Ari Krosslá Poulsen, spældi fyrru helvt av kappingarárinum hevur við 1. deild hjá HB, og hann fer nú aftur til Vágs fer at spæla við FC Suðuroy.
Reidar Dahl Joensen hevur verið í Danmark í útbúgvingarørindum, men kemur nú heimaftur til Vágs í summar.
- Reidar hevur í Danmark spælt við ÍF Føroyum, men hevur eisini hvørt summar spælt í Suðuroynni, og spældi í fjør eisini við Betraliðnum hjá Suðringum. Reidar hevur spælt bæði sum verjuleikari og í álopinum, skrivar heimasíðan hjá FC Suðuroy.