FCK er aftur á meistarakós

Teir tríggir kappingarneytarnir hjá Toda Jónsson gjørdu allir um seg, tá AGF varð sent til hús við 2?0 tapi

ÚTISETAFELAG

Tað vóru teir tríggir, sum kappast um álopsplássini á FCK liðnum við Toda Jónsson, sum vórðu mest umrøddir, eftir at FCK sunnudagin vann 2?0 á AGF. Liðið úr Århus hevði ikki nógv at bjóða uppá í álopspartinum. Verjuspælið hjá FCK tykist nú aftur vera, sum tað var stórar partar av seinasta kappingarári. Eftir tveir 3?0 lúsingar í Aalborg og Esbjerg tykist FCK skútan at verða rættað væl uppaftur, og nú stevnir hon aftur ímóti meistaraskapinum, sum teir síðsta kappingarár mistu í evstu løtu.
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð ikki skiftur inn, fyrrenn tað restaðu tríggir minuttir. Tá avloysti hann Peter Møller, sum kundi fara væl nøgdur undir brúsuna. Hann hevði skorað eitt mál, og tað er tað, sum hann fær løn fyri.

Zuma í borðinum
Seinastu vikurnar hevur verið nógv tosað og skrivað um, at vongspælið hjá FCK hevur ikki verið nóg gott. Hesa ferð gjørdi venjarin eina nýggja roynd, og hon eydnaðist væl.
Liðformaðurin, Christian Lønstrup, var ikki tøkur. Hann plagar at vera ytstur á miðvøllinum í høgru. Hesa ferð var Zuma fyri fyrstu ferð nakrantíð í hesum plássinum á FCK liðnum. Zuma plagar annars at spæla í hesum plássinum, tá hann spælir á suðurafrikanska landsliðnum.
Royndin eydnaðist væl. Zuma var væl upplagdur, og hann var upphavi til bæði málini í 2?0 heimasigrinum. Bæði málini komu í løtuni kring steðgin. Í tí fyrra førinum kom kontra á, og Jörgen Pettersson fekk við knænum bóltin um strikuna. Í seinna førinum misti AGF málverjin bóltin, eftir at Zuma hevði roynt við skoti, og Peter Møller fekk úr tveimum metrum bóltin um mállinjuna.
Eftir dystin varð mest umrøtt, at tað endiliga í níggjundu royndini hevði eydnast Jörgen Pettersson at skora mál, og svenski álopsmaðurin hevði ikki orð fyri, hvussu glaður hann var fyri at spæla í superliguni. Svenski álopsmaðurin hevði tveir aðrar risamøguleikar at skora, men hann var ikki nóg neyvur, og hann ásannaði sjálvur, at tað hevði tikið longri tíð at koma á rætta lagið, enn hann hevði roknað við. Men nú segði hann seg rokna við, at tað fór at ganga væl. Og um hann hevur rætt, so verður kappingin hjá Toda Jónsson uppaftur størri.