Fyri tveimum mánaðum síðani sólaðu FCK spælararnir sær í gulli og skreyti ? bæði í steypakappingini og landskappingini. Østergaard, Holmstrøm og Hans Backe stóðu á odda fyri besta felagnum í Danmark. Tað søgdu úrslitini. Vegurin út í Europa tóktist liggja víðopin, og felagið dubbaði seg við at keypa fleiri nýggjar spælarar.
Tá ið FCK tapti í Klaksvík og vann tepurt í Havnini, var hugsanin framvegis, at talan var um besta fótbóltsliðið í Danmark. Nú er fullkomuliga vent í holuni. Veddingarfyritøkur siga seg nú rokna tað mest sannlíkt, at Hans Backe fer at verða fyrsti venjarin í superliguni, sum fer at fáa sekkin í hesum kappingarárinum. Tann møguleikin var óhugsandi og tískil ikki nevndur fyri tveimum mánaðum síðani. Men tað er so nógv hent síðani tá. FCK er varpað úr europeisku kappingunum, og eftir trý tey fyrstu umførini hava teir bara fingið tvey stig.
Todi Jónsson og Thomas Røll vóru ikki úttiknir til leygardags dystin í Viborg. Har kom FCK á odda 2-0, men teir taptu 3-2. Nógv verður tosað og rannsakað. Liðið er í leikligum aldudali. Miðverjan er tung og lítið sannførandi, og nú verður hildið, at finski vongverjin í vinstru, Janni Saarinen, sum varð keyptur til FCK í summarsteðginum, er ein beinleiðis skeiv íløga.
Av framrættaðu monnunum eru tað bara Jesper Bech og Michael Silberbauer, sum tykist hava røttu snúringarnar. Leygardagin var norski Magne Hoseth við fyri fyrstu ferð. Hann varð sagdur at standa seg væl.
Fyri FCK kemur tað væl við, at størstu og argastu kappingarneytarnir hjá teimum, Brøndby, heldur ikki fáa so nógv burturúr. Undan triðja umfarinum høvdu teir tapt og vunnið. Hesa ferð spældu teir javnt í Århus, har tólv áskoðarar eftir málleysu uppgerðina vórðu handtiknir fyri at hava skikkað sær ov illa.
Í vikuni seldi Brøndby svenska Mattias Jonson til Norwich. Eftir dystarlok í Århus ásannaði Michael Laudrup, at teir restaðu ein orduligan málrev í brotsteiginum. Danskir miðlar vilja vera við, at Brøndby ætlar sær Michael Skoubo, sum ikki sleppur framat í Borrussia Mønchengladbach, men enn hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt um hetta.
Nýggjur toppur
Eftir trý tey fyrstu umførini í nýggja kappingarárinum verður sagt, at áhugin fyri at hyggja at fótbólti er størri í Danmark nú, enn hann hevur verið í mong ár. Tað er vorðið in hjá ikki bara arbeiðarum og teimum, sum ikki eru so høgt í samfelagnum, at fara til fótbólt. Soleiðis hevur tað verið í eitt nú Onglandi í nøkur ár, og nú er henda dillan eisini komin til Danmarkar.
Púra óvæntað eru tað Silkeborg og Herfølge, sum eru oddalið. Royndirnar hjá Herfølge fyri fýra árum síðani, tá ið teir við Jákupi Mikkelsen í málinum leingi ikki vórðu roknaðir sum meistaraevni, og tá ið teir kortini gjørdust meistarar, gera, at tað ikki verður tosað so nógv um tað, men eingin ivi man vera um, at tað verður roknað við, at Silkeborg og Herfølge fara neyvan at halda tørn um oddaplássini.
Hesa ferð vann Silkeborg 3-2 í Farum. Sigursmálið fingu teir, tá ið stóri pinnurin hevði verið tríggjar ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin.
Herfølge hevði vitjan av AaB, sum seinastu árini hevur vunnið í Herfølge. Heimaliðið vann 2-1, og teir vóru frammanfyri við tveimum málum, áðrenn gestirnir skoraðu eina ferð.
OB hevði vitjan av Randers, sum í summar flutti upp saman við Silkeborg. Tað hevur verið roknað við, at Silkeborg skuldi fara at standa seg, meðan Randers ongan møguleika fór at hava. Rokningin tykist vera í lagi. Hesa ferð legði Randers rygg til 5-1 tap, og teir eru einsasta felagið, sum einki stig hevur fingið.
Randers eigur ein dyst á. Tað gera teir saman við Esbjerg. Hesa ferð tók Esbjerg ímóti FCM, sum hevði fingið fult í tveimum teimum fyrstu royndunum. Esbjerg vann 3-0. Harvið hava teir møguleika fyri at røkka toppinum, um teir vinna í útsetta dystinum ímóti Randers. Esbjerg endaði á triðja plássinum í fjør, og teir siga seg ætla sær í minsta lagið somu plasering í hesum kappingarárinum. Í FCK ugga teir seg við, at tað, sum er avgerandi, er, hvør er ovast, tá ið øll 33 umførini eru løgd afturum. Enn ber ikki til at siga, hvussu møguleikarnir hjá FCK fara at taka seg upp. Og nú er spurningurin, um tað verður við Hans Backe við róðrið, ella um tað verður við onkrum heilt øðrum!