FCK eru byrjaðir illa

FCK vóru mettir sum stórfavorittar undan dystinum, av tí at FC Nordsjælland eru plágaðir av skaðum. Tað gekk eisini eftir uppskriftini hjá FCK, tá ið Atiba Hutchinson bankaði eitt langskot í netið eftir bert 8 minuttum. FCK hevði stóra leikliga yvirvág og fór førandi 1-0 til hálvleiks.

 

Leikliga yvirvágin helt sær allan dystin, men fótbóltur handlar um at skora. Hetta fingu FCK sannað, tá ið FC Nordsjælland púra óvæntað fekk javnað eftir 78 minuttum. 1-1 gjørdist eisini úrslitið.

 

FCK er framvegis trygt á odda í SAS-Liguni, eftir at liðið á 2. plássi, FC Midtjylland, bert megnaði at fáa eitt stig burturúr Randers.