Skuldi tað vera ein svenskur miðvallarspælari, ella skuldi tað vera ein norskur miðvallarspælari. Hetta hevur verið spurningurin, sum danska pressan hevur viðgjørt síðstu vikuna. Nú hevur leiðslan í FCK svarað. Teir hava keypt bæði norska Magne Hoseth, sum er fyrrverandi liðfelagi hjá Jákupi Mikkelsen í FCK, og svenska Thomas Linderoth, sum hevur spælt í Everton, har hann ikki hevur megnað at vunnið sær fast pláss á liðnum.
Felags fyri ter báðar er, at teir eru landsliðsspælarar.
Fyrrapartin í gjár varð greitt, at FCK í triðja og avgerandi umfarinum í Euruopa Cup skal spæla ímóti Monaco. FCK skal fyrst spæla á heimavølli.
Fyritreytin er sjálvandi, at FCK megnar at vinna samantalt ímóti slovenska meistaraliðnum. Tað sær gott út. FCK vann útidystin 2-1. Álvaro Santos og Peter Møller vóru í álopinum, og teir skoraðu eitt mál í part.
Todi Jónsson kom á vøllin, tá ið tveir minuttir vóru eftir. Hetta var 200. ferðin, at hann var á FCK liðnum. Fyrsta ferðin var 27. juli í 1997, tá ið FCK á heimavølli vann 2-1 á Vejle.