Í kvøld verður ein sera spennandi fótbóltsdystur í Parkini í Keypmannahavn. Tað er FCK, sum fer at spæla seinna dystin í 2. innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistaralið. Úrslitið síðsta mikukvøld í Georgia var 1?1.
Todi Jónsson telist ikki millum teir spælararnar, sum Kent Karlsson fer at velja teir fyrstu ellivu ímillum í kvøld. Tað er ein annar FCK álopsspælari, Patrick Simpson, heldur ikki. Hann er eisini vøddaskaddur.
Um úrslitið í kvøld verður 0?0 ella um FCK vinnur, so verður talan um rættuligan stórdyst í Parkini komandi mikukvøld. Samlaði vinnarin í kvøld skal spæla ímóti italska Lazio, og tað verður vinnarin í kvøld, sum fer at hava heimavøll í fyrra dystinum ímóti Lazio.
Tað er ein møguleiki fyri, at Todi Jónsson verður tøkur komandi mikukvøld. Í hesi vikuni er Todi aftur farin at venja við fullari ferð saman við liðfeløgunum.
Spurningurin er so, um FCK venjarin beinanvegin fer at taka føroyska álopsessið inn á liðið í staðin fyri annan av álopsmonnunum. Vit søgdu í gjár, at framrættaðu menninir, sum Todi skal kappast um álopspláss við, allir skoraðu ímóti Vejle sunnudagin. Heine Fernandez skoraði tvey mál, og Zuma og Carsten Fredgaard skoraðu eitt í part. So tað verður torført hjá Toda Jónsson, men hann hevur áður víst, at hann megnar eftir skaðasteðg at koma aftur á liðið og har at gera um seg.