FCK var í kvøld á vitjan hjá FC Barcelona á Nou Camp. Hóast Barcelona hevði rímuligt tamarhald á dystinum, so hevði FCK einar tríggjar góðar møguleikar at skora, men serliga Cesar Santin brendi tá á stóð. Einsamalla málið í fyrra hálvleiki skoraði Lionel Messi við góðum skoti. Avgerðin fall ikki fyrr enn í evstu løtu við enn einum máli frá Lionel Messi.
Á Old Trafford tók Manchester United uttan Wayne Rooney ímóti Bursaspor úr Turkalandi. Nani skoraði einasta málið við skoti uttanfyri brotssteigin. Í hinum dystinum í bólki C spældu Rangers og Valencia javnleik 1-1.
Í bólki A vunnu Inter Milan og Rafael Benitez á Tottenham og Harry Redknapp. Eftir 11 minuttir var Inter á odda 2-0, við málum frá Javier Zanetti og Samuel Eto?o, og málmaðurin hjá Tottenham, Heurelho Gomes, hevði fingið reytt kort. Fyri hálvleik øktu Eto?o og Dejan Stankovic til 4-0. Í seinna hálvleiki minkaði Gareth Bale um munin við reinum hattricki.
Bólkur A:
Inter Milan ? Tottenham 4-3
Twente ? Werder Bremen 1-1
Bólkur B:
Lyon ? Benfica 2-0
Schalke 04 ? Hapoel Tel Aviv 3-1
Bólkur C:
Manchester United ? Bursaspor 1-0
Rangers ? Valencia 1-1
Bólkur D:
Barcelona ? FCK 2-0
Panathinaikos ? Rubin Kazan 0-0
Hygg at stigatalvunum HER