FCK verður at síggja í Eurosport í dag

Fótbóltur: Men tað er óvist, um Todi Jónsson verður at síggja á vøllinum í Bulgaria í dag

Tað koma ofta broytingar í skránna, men skulu vit trúgva tí, sum hevur verið at frætt fyrr í vikuni, so verður FCK at síggja í sjónvarpinum seinnapartin í dag.

Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum fóru í gjáramorgunin í leiguflogfari úr Keypmannahavn og niður til bulgarska høvuðsstaðin Sofia. Har skal FCK seinnapartin í dag klokkan 17 føroyska tíð spæla fyrra dystin í fyrsta umfari í europeisku steypakappingini móti Levski, sum er eitt av feløgunum úr bulgarska høvuðsstaðnum.

Leiguflogfarið bíðar eftir FCK, og teir sleppa sær heim aftur til Keypmannahavnar beinanvegin í kvøld, tá teir verða leysir av stadion.


Todi ivasamur

Todi Jónsson var í flogfarinum, sum lætti úr Kastrup klokkan 10.00 í gjáramorgunin, men tað er ikki vist, at hann verður at síggja í sjónvarpinum í dag. Todi var ikki við, tá liðfelagarnir á útivølli sunnudagin vórðu avsmurdir 4-1 av AB, og hann hevur ikki vant við fullari ferð, síðani hann kom aftur úr Føroyum eftir landsdystin móti Kekkia

? Tað er tað, sum teir her niðri kalla ein belastningsskaði, sum darvar. Skaðin kom, tá Uni Arge í 2. hálvleiki móti Kekkia legði flatt innfyri, og eg toygdi meg fram fyri at stýra bóltinum í málið. Beinið stóð fast í svørðinum, og tað hevur ivaleyst staðið ov nógv á, greiddi Todi Jónsson okkum frá, áðrenn teir fóru úr Keypmannahavn og til Bulgaria.

Í FCK vóru teir ikki so glaðir fyri at fáa ein hálvskaddan mann aftur úr Føroyum, og tað hava teir eisini sagt fyri føroyska landsliðsspælaranum, sum hevur verið óheppin í sambandi við landsliðið. Tá Todi kom aftur úr Estlandi fyrst í juni, var hann skaddur í einari tá, og tann skaðin darvaði honum í nógvar vikur.

Sjálvt um Todi ikki síðani landsdystin móti Kekkia hevði vant við fullari ferð, tá hann fór til Bulgaria, so hevði hann ávísa vóna um, at tað fór at bera til at spæla seinnapartin í dag, men tað var als ikki víst, at tað fór at bera til.

Todi hevur fingið viðgerð hvønn dag, tað hevur gingið rætta vegin, men ikki serliga skjótt, men tað hevur aftur og aftur verið staðfest, at ein spælari kann tykjast illa skaddur ein dag, og alíkavæl eydnast tað at fáa hann kláran, tá dysturin skal spælast.


Mótstøðan

Mótstøðuliðið hjá FCK í dag er uppkallað eftir bulgarsku tjóðarhetjuni Vassil Levski. Liðið hevur altíð verið roknað sum tað mest áhugaverda í Bulgaria, felagið hevur ? sum tað einasta í landinum ? altíð verið umboðað í bestu deildini, og teir hava vunnið meistaraskapin nítjan ferðir ? síðsta ferðin var í 1995.

Í undankappingini til Europa Cup í ár vunnu teir á heimavølli 8-1 móti Lokomotiv 96 Vitebsk, og í Hvítarusslandi endaði 1-1.

Á liðnum er ein spælari, sum var við Bulgaria í HM í Fraklandi. Hann er álopsmaður og eitur Georgi Ivanov, men hann kom ongantíð á vøllin undir HM kappingini.

Í Danmark verður mett, at uppgávan hjá FCK seinnapartin í dag verður stór, men tað verður eisini hildið, at møguleiki skuldi verið hjá danska liðnum at vunnið samantalt í báðum dystunum. Hvussu tað verður við tí, kunnu tey, sum síggja Eurosport, fáa fyrstu ábendingarnar um seinnapartin í dag.