Feðgarnir eru drúgvir

Faðir og sonur fara at halda skil á seinnapartin, tá ið NSÍ og ÍF hittast við Løkin

Fýra dystir í Effo-deildini vera spældir seinnapartin, tá ið tað verður fótbóltur í næstan fimm tímar. Fyrsta bríksl verður í tveimum dystum klokkan 15, og síðsta bríksl í Gundadali, har HB fær vitjan av TB, verður klokkan nakrar minuttir í hálvgum átta.

 

Tað er samstarv millum norðurlendsku fótbóltssambondini soleiðis, at dómarar aðra staðni frá hava høvi at royna seg uttanlands. Í dag fer dómarasamstarvið at síggjast í, at ein finskur dómari, Kalle Mäkinen, verður 23. maður í seinna dystinum í Gundadali – millum HB og TB.

 

Ein av yngstu føroysku dómarunum í bestu deildini er 26 ára gamli Kári Jóannesarson á Høvdanum úr Syðrugøtu, sum hevur dømt í bestu deildini síðani fyrsta oktober 2014, tá ið hann í 24. umfari dømdi millum KÍ og Skála (3-0).

Í dag verður Kári dómari við Løkin í Runavík, tá ið NSÍ fær vitjan av ÍF. Annar av hjálpardómarunum verður pápi Kára, Jóannes Magni Mikkelsen, sum fylti 52 í fyrradagin. Feðgarnir hava tvey tey seinastu árini dømt nógv saman. Á myndini síggjast teir í Gundadali ólavsøkuaftan, tá ið teir dømdu HB-ÍF (1-0). Triði maðurin á myndini er Andrew Christiansen, sum var annar av hjálpardómarunum.

 

Víkingur-B68: Eiler Rasmussen kl. 16.00

NSÍ-ÍF: Kári á Høvdanum kl. 15.00

HB-TB: Kalle Mäkinen úr Finnlandi kl. 17.30

B36-AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Støðan

Víkingur

NSÍ

HB

B36

ÍF

TB

Skála

AB

B68