Mikudagin kemur nýggj føroysk fløga á marknaðin. Tað sermerkta við hesi fløguni er, at tað eru fegðarnir Petur, Mohr Reinert, og sonurin, Philip Reinert Ovenberg, sum syngja og spæla.
Samstundis er tað Petur Mohr Reinert, sum einsamallur hevur smíðað øll løgini og orðini, uttan til ein sang, har Philip og dótturin Teresa, hava hjálpt til, og ein sang hjá norska rock veteraninum Åke Aleksanderson.
Sum heild hava sangirnir røtur í persónligum viðurskiftum hjá Petur Mohr Reinert, sigur hann í tíðindaskrivi í morgun.
Feðgarnir hava í felag lagt tónleikin til rættis, meðan Philip hevur tikið upp, ljóðblandað og framleitt.
Báðir spæla guitar, bass og trummur og Philip spælir harafturat ljómborð og syngur í bólkinum, teir eisini nevna Feðgar.
Tónleikurin á fløguni, sum nevnist, Um Eg Hevði, er melodiskur popprockur har guitarin og sangurin hava stóran leiklut.
Petur Mohr Reinert hevur áður givið tónleik út við bólkinum, Devon, sum hann hevði í áttati- og nítiárunum.
Í hesum sambandi kann nevnast, at gamla rockslagaran hjá Devon, Náttarlív, hevur Philip lagt til rættis og innspælt av nýggjum í nakað øðrvísi hami enn upprunaliga.
Sonurin, Philip, er tónleikari og býr í London, har hann hevur givið tónleik út á netinum.
Hann hevur eisini givið eina EP út í Spania saman við spaniumanninum Miguel Plenza. Hann flutti tíðliga av landinum, so hann hevur ikki spælt so nógv í Føroyum. Hann hevur verið á konsertferð um alt Europa við psykadelicrockbólkinum, Battant.