Fegnast um avgerðina hjá Tórbjørni Jacobsen

Vit heimahjálpir á Tvøroyri, fegnast stórliga um ta avgerð, sum Tórbjørn Jacobsen nú hevur tikið um at leggja almanna- og heilsumannaskúlan her.

Leingi hava vit bíðað eftir hesum skúlanum. Men vit hava bara hildið tað vera sjálvsagt, at skúlin, mestsum av sær sjálvum, varð lagdur í Havn, so nógvar av okkum hava longu gjørt húskjum okkara greitt, at í 1 - 1 1/2 ár fóru vit at búgva í Havn. Eingin av okkum hevði hildið tað verið trupult, tí vit er so von við at føroyska samfelagið er soleiðis skipað, at alt skal vera í Havn.

Tí tykist tað løgið, og eitt sindur hugstoytt, at bæði politikarar og fakfelagsleiðarar koma kropp av kroppi í fjølmiðlarnar, at gera greitt, at tað er ógjørligt hjá fólki norðanfjørðs at koma til Surðoyar í útbúgvingarørindum.

Og tað er ongin endi á grundgevingunum fyri, at skúlin ómøguligt má leggjast í Suðuroy. Men hesar grundgevingar eru so grunnar, at tær eru skjótar at vísa aftur.

Víst verður á, at tey, sum skulu ganga í hesum skúla eru ikki ungdómar, men tilkomnar konur við manni og børnum, og at tað verður ógjørligt at fáa tey til Suðuroyar at ganga í skúla.

Vit mugu spyrja: Hví skal tað vera ómøguligt hjá norðanfjørðskonum at flyta frá manni og børnum í 1- 1 1/2 ár, tá ið tað verður hildið at vera púra sjálvsagt, at vit, suðuroyarkonur, skulu gera tað?

Almanna - og heilsuskúlin skal vera ein deild av sjúkrasystraskúlanum. Ført verður fram, at tað ber ikki til at hava skúlastjóra í Havn og skúla á Tvøroyri.

Vit kunnu bara vísa á, at Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein deild av studentaskúlanum í Havn, við einum skúlastjóra í Havn og einum deildarleiðara í Suðuroy. Soleiðis hevur tað verið síðani í sjeytiárunum og vit hava ikki hoyrt annað enn at tað virkar væl.

Vit eiga eisini at minnast til, hvussu stórur tekniski framburðurin hevur verið hesi seinastu árini. Men hvat er teknikurin verdur, um hann ikki verður brúktur. Og hvat er meiri sjálvsagt, enn at tann tekniski framburðurin í Føroyum verður brúktur til at styrkja útjaðaraøkini?

Vit minnast øll, tá ið alnetið kom til Føroyar og spurt varð, hvønn týdning hetta kundi fáa. Tá var tað onkur, sum júst kom inn á undirvísing og segði, at nú fór tað at bera til at sita í Sumba og lesa til prest í Keypmannahavn.

Tað er eisini nú um dagarnar, at vit hava sæð lýsing frá Handilsskúlanum, har teir bjóða næmingum til at taka útbúgving í Suðuroy við fjarundirvísing úr Havn. Næmingarnir í Suðuroy bæði síggja og hoyra lærara og næmingar í Havn í sjónvarpsskíggja, og lærari og næmingar í Havn síggja og hoyra líkaleiðis næmingarnir í Suðuroy á sjónvarpsskíggja.

Skal tað so ikki bera til at sita á Tvøroyri og lesa til almanna- og heilsuhjálpara úr Havn?

Tað er eisini nú í vikuni, at vit hava lisið í bløðunum um teir ovurhonds stóru bústaðartrupulleikarnar, hjá skúlanæmingum í Havn.

Hví leggja stein omaná byrðu og leggja enn størri trýst á bústaðarmarknaðin í Havn við einum skúla afturat?

Hinvegin kunnu vit vísa á, at tað er nógvar ferðir bíligari at leiga í Suðuroy enn í Havn, tí, her fært tú eini heil hús fyri tað, sum tú noyðist at gjalda fyri eitt verilsi í Havn.

Tað má eisini vera øllum greitt, at tað er nógva ferðir bíligari at leiga høli til skúlan í Suðuroy, enn tað er í høvuðsstaðnum. Bara á Tvøroyri standa fleiri hús tóm.

Sostatt eru bara fyrimunir av at flyta almanna- og heilsuskúlan til Suðuroyar. Men tað er tankavekjandi, at eitt so pikkalítið stig á økismenningarleið, sum hetta, skal fáa so dygga mótstøðu, sum ætlanin hjá Tórbirni Jacobsen at flyta almanna- og heilsuskúlan til Suðuroyar, hevur fingið.

Hetta avdúkar betri enn nakað annað, hvussu tungur andróðurin er hjá teimum, sum veruliga leggja ein týdning í politiska slagorðið »økismenning«. Og hetta er eitt fullgott dømi um, at skulu vit gera okkum vónir um nakra økismenning, krevst tað støðufastir politikarar, ið tora at taka avgerðir, sum ganga beint ímóti hugsanini hjá skrivstovuveldinum av øllum slagi. Íroknað fakfeløgini. Men ikki minst skal ein hugburðsbroyting til hjá teimum, sum ikki duga at síggja eina verð uttanfyri høvðusstaðin.


Vinarliga vegna heimahjálpararnar á Tvøroyri

Ketty Petersen,

Hildigarð Jacobsen og

Hervør Svalbard