Í farnu viku vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, brasilsku sendistovuna í Danmark. Har fekk hon handað skriv frá brasilskum vararáðharra við heilsufrøðiligari landagóðkenning.
Góðkenningin hevur við sær, at tað í komandi tíðum fer at bera til at útflyta fiskavørur til Brasil. Áðrenn føroyskar fyritøkur kunnu útflyta fiskavørur til Brasil, skulu ymisk praktisk viðurskifti tó fáast upp á pláss.
Jógvan Hansen er formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, og hann sigur, at felagið hevur arbeitt saman við føroysku myndugleikunum í 10-15 ár fyri at fáa eina landagóðkenning.
"Ein landagóðkenning er fyrsta fortreyt fyri, at vit yvirhøvur kunnu útflyta føroyskar fiskavørur til Brasil. Tí eru vit sera væl nøgd við, at hetta týdningarmikla stigið loksins er komið upp á pláss", sigur hann.
Stórur áhugi fyri saltfiski
Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava víst áhuga fyri at útflyta saltaðar fiskavørur til Brasil, og áhugi hevur eisini verið hjá brasilskum innflytarum. Møguleiki verður tó eisini at útflyta aðrar fiskavørur.
"Brasil er eitt av fáu londunum í heiminum, sum etur stórar nøgdir av saltaðum fiskavørum. Við góðum 200 mió. íbúgvum er tað sum útgangsstøði ein áhugaverdur marknaður", sigur Jógvan Hansen.
Hann leggur afturat, at Brasil er ein góður møguleiki, sum legst afturat verandi marknaðum í Suðurevropa, men at tað í síðsta enda tó er ein spurningur um prís.
Landagóðkenningin kemur eftir, at brasilskir heilsufrøðiligu myndugleikin (MAPA) vóru á vitjan í Føroyum í fjør, har tey lótu væl at viðurskiftunum. Enn er ikki greitt, hvussu langa tíð tað tekur at fáa praktisku viðurskiftini upp á pláss, men sum skilst kann tað sannlíkt vera klárt tíðliga í heyst.
Á myndini eru Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.