Fegnast um ókeypis reklamu

– Vit eru sera fegin um hesa ókeypis reklamu, sum vit hava fingið í Íslandi, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór

– Vit eru sera fegin um hesa ókeypis reklamu, sum vit hava fingið í Íslandi, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.

 

Eins og í Føroyum, so er als ikki loyvt at lýsa við øli í Íslandi. Tí hevur eitt lítið útlendskt bryggjarí sum Føroya Bjór ikki so góðar møguleikar at marknaðarføra seg í Íslandi. Men tá íslendski ølrisin í august knallaði til og kravdi føroyska ølið av hillunum í rúsdrekkasøluni í Íslandi, so gav tað kortini bakslag fyri íslendska bryggjarí og góða meirsølu fyri føroyska bryggjaríið.

 

Íslendingar í hópatali eru í øðini inn á bryggjaríið Egils, sum tey halda misnýtir sítt vald og av órøttum krevur, at Føroya Bjór Gull ikki sleppur at nýta føroyska navnið »Gull« – sum er tað sama á íslendskum.

 

Einar Waag sigur tó, at Føroya Bjór er eitt sindur skert av nógvu avmarkingunum hjá íslendingum. Hann sigur, at Íslandssáttmálin er til lítla nyttu hjá Føroya Bjór, tí hann virkar ikki báðar vegir.

 

– Tá vit koma við útlendskum øli í rúsuna í Íslandi, so sleppa vit bara framat í handlinum í Reykjavík og kanska í tveimum øðrum við. Um íslendska »Egils« kemur til Føroya, so hava teir somu atgongd til allar handlarnar hjá Rúsuni í Føroyum, á sama støði sum til dømis Føroya Bjór, sigur hann.

 

Í Íslandi krevja tey, at sølan skal upp um tvey prosent, áðrenn tú sleppur eitt sindur longur út í handlarnar.

 

– Tí fæst okkara øl ikki í øllum handlunum hjá rúsuni í Íslandi, og tað er ein trupulleiki. Men vit eru sera fegin um ókeypis reklamuna, vit hava fingið frá Eigils, hóast vit ikki enn eru sloppin at selja kring alt Ísland, sigur Einar Waag.

 

Einar Waag sigur, at tað føroyski marknaður fyri øl er ein mettaður marknaður, so tað hjálpir væl at kunna útflyta eitt sindur. Hóast talan ikki er um tær heilt stóru mongdirnar, so ger útflutningurin til Íslands góðan mund, sigur Einar Waag.

 

Føroya Bjór hevði annars eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið var góðar 1,6 milliónir krónur í mun til hall seinastu trý árini upp á nakað undir eina millión í miðal fyri árið.

 

Fleiri greinar um evnið kunnu lesast niðanfyri.