- Feitasta upplivilsi í lívinum

Kular Røtur byrjaði upprunaliga í 1999 við Jógvan Hansen, síðan kom Brandur Enni uppí, og nú er tað so triðja ættarlið av ungum evnaríkum tónleikarum, ið manna Kular Røtur.

 

- Hatta var heilt fantastiskt. Soleiðis sigur 13 ára gamli Vinjar Petersen um kensluna av at standa á stóra palli á Vágsbøi fyrr í dag.

 

- Ja, eg vil siga, at hatta var feitasta upplivilsi í mínum lívi, sigur 9 ára gamli Rani Troest Rasmussen.

 

- Tað var so ótrúliga stórt at síggja so nógv fólk, og at tey vóru so við upp á tað, sigur Martin Davidsen, ið er 11 ára gamal.

 

Nýggja manningin í Kular Røtur byrjaði fyri tveimum árum síðan. Longu hava tey megnað at givið tvær fløgur út.

 

- Fyri trimum árum síðan skuldi babba syngja eina konsert. Tá tað var ein barnakonsert, spurdi eg babba, hví eg ikki bara slapp at syngja við, sigur Rakul Ró Steintórsdóttir, sum er dóttir Steintór Rasmussen.

 

- Eg var til ta konsertina og stóð og sang við øllum sangunum, meðan Steintór og Rakul Ró hitaðu upp. Tey komu so yvir og spurdu meg, um eg hevði hug at koma við í Kular Røtur, tí tey manglaðu ein dreingja sangara, sigur Beinir Troest Rasmussen, ið er 12 ár.

 

Steintór Rasmussen hevði tá tilfar liggjandi, sum hann ætlaði skuldi vera til endurreiistar Kular Røtur. Martin, Rani og Vinjar blivu so eisini bidnir um at koma við í bólkin.

 

At spæla framman fyri fleiri hundrað fólkum hevði fyri mong verið sera nervapirrandi. Men soleiðis er ikki hjá teimum ungu í Kulu Rótum.

 

- Vit hava vant leingi og spælt hesar sangirnar ordiliga ofta, so vit dugdu tað, ið dugast skuldi, sigur Rakul Ró.

 

- Eg var ikki nervøsur, men øgiliga spentur, sigur Beinir.

 

Um tað verður upp til teir fimm ungu tónleikararnar, so gevast tey ikki við bræði í Kular Røtur.

 

- fimm, seks, sjey, ja, nógv ár aftrat ætla vit at spæla, sigur Rani avgjørdur.