Fríggjakvøldið klokkan 21 verður konsert við livetónleiki í Margarinfabrikkini. Úr Margarinfabrikkini frættist, at konsert verður fríggjakvøldið 20. mars kl. 21.00. Bólkarnir, sum fara at spæla eru: 3st, Collspse, Plastic Hero, Euthanasia og Jónsvein.
Kostnaður er 50 krónur, men ókeypis atgongd fyri limir í Margarinfabrikkini.