Fekk bæði í posa og sekk

Bátsformaðurin á Klaksvíkingi er eisini venjari hjá kvinnunum á Hvessingi og gentunum á Hvassa, sum báðir vunnu í Fuglafirði

Kappróðrarárið er í hæddini. Leygardagin var fjórða av sjey FM kappingum, og felags fyri allar vinnararnar á Varmakeldu er, at teir eru við í stríðnum um meistaraheitið.
Klaksvíkingur vann trivaligan sigur í kappingini við Vestmenning. Bátsformaður á Klaksvíkingi er Janus Dam-Jacobsen, sum er ættaður av Skála og í fleiri ár búði í Kollafirði, áðrenn hann flutti til Klaksvíkar.
Hetta er seytjanda árið á rað, at Janus situr við árarnar, og hugurin at rógva er framvegis eins góður og hann var, tá ið hann í 1995 var við til at manna Svan av Skála og árið eftir Koll úr Kollafirði. Síðani róði hann átta ár við Stráluni av Strondum, áðrenn hann í 2005 fyrstu ferð var við til at manna ein av bátunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Tað var 8-mannafarið Nevið Reyða, sum vann allar róðrarnar og harvið FM. Árið eftir var hann fyrstu ferð við til at vinna FM við Klaksvíkingi. Teir endurtóku FM í 2009, og higartil í ár hevur gingið stak væl.
Tað er bátsformaðurin, sum hevur lagt skránna fyri, hvussu teir skulu venja, og sambært bátsformanninum liggur nógv stríð og strev aftanfyri avrikini, sum nú á hásumri eru at síggja á firðum og sundum:
- At vera kapprógvari er ein lívsstílur, tí fyrireikingarnar og kappingin ávirka alt annað, sum tú tekst við. Summir rógvarar halda bara stuttan steðg eftir Ólavsøku, áðrenn teir aftur seta seg í maskinurnar og eisini styrkisvenja. Felags fyrireikingarnar hjá okkara manning fóru vit undir stutt eftir nýggjár, og tað man vera umleið soleiðis hjá teimum flestu manningunum, sigur Janus Dam-Jacobsen.
Klaksvíkingur var leygardagin eina bátslongd frammanfyri Vestmenning. Hóast hetta var fjórða ferðin, at Vestmenningur noyddust at lúta, og tað harvið kanska er ilt at ímynda sær, at tað í teimum trimum róðrunum, sum bíða, skal eydnast Vestmenningi at gera nakað við Klaksvíking, so vil Janus Dam-Jacobsen á ongan hátt avskriva kappingarneytan.
Í fjør var hann við til at manna Vestmenning. Sjey av teimum, sum í fjør vóru bátsfelagar hjá honum, sita framvegis umborð á Vestmenningi:
- Vit halda, at Vestmenningur rør ógvuliga væl, og vit síggja tað soleiðis, at tað er alneyðugt hjá okkum at vera hundrað prosent fokuseraðir upp á uppgávuna, tá ið vit venja, og tá ið vit kappast. Um vit ikki eru tað, so fer tað heilt víst at síggjast aftur í kappingini við Vestmenning.

Hvessingur og Hvassi
Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hilnaðist rættuliga væl hjá bátsformanninum á Klaksvíkingi leygardagin. Umframt at leggja venjingarskránna fyri sína manning, so hevur hann ábyrgdina av venjingini hjá tveimum øðrum manningum. Talan er um kvinnumanningina á 6-mannafarinum Hvessingi og gentumanningina umborð á 5-mannafarinum Hvassa.
- Av góðum grundum fái eg ikki vant so nógv saman við teimum. Eftir áheitan havi eg lagt venjingarætlanina fyri tær. Eina ferð millum hvørja kapping stimi eg saman við Hvessingi undir venjing, og so tosa vit ofta í telefonini um venjingina og kappingarnar. At tað í Fuglafirði endaði soleiðis, at vit og bæði Hvessingur og Hvassi vunnu var sjálvandi sera hugaligt, staðfestir Janus Dam-Jacobsen.
Felags fyri kvinnurnar á Hvessingi og genturnar á Hvassa er, at tær hava vunnið fleiri ferðir, og at tær eisini hava verið næstfremstar.
Á Varmakeldu var tøtt kapping millum Hvassa og Erlu Kongsdóttir, sum vann á Sundalagsstevnu, og sum ikki megnaði meiri enn fjórða pláss á Jóansøku. Leygardagin var Hvassi knappliga tvey sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Hvessingur hevur alt árið verið í kapping við Gongurólv. Talan hevur ikki verið um serliga tætta kapping, tí allar fýra ferðirnar hevur munurin millum tann fremsta og tann næstfremsta verið meiri enn eitt sekund.

Valdast umstøður
Umstøðurnar vóru góðar í Klaksvík og í Fuglafirði, meðan tær ikki vóru optimalar í Hósvík og á Tvøroyri, sigur Janus Dam-Jacobsen, og hann heldur fram:
- Tá ið vit hava analyserað róðurin á Tvøroyri, so sæst, at tær manningarnar, sum dugdu at gagnnýta rennisjógvin, fingu mest burturúr. Tað vil siga, at tær manningarnar, sum títtaðu, tá ið tær vóru á aldukambinum, runnu betri enn tær, sum støðugt hildu sama tempo. Í Fuglafirði vóru líkingdini góð, og tí var ikki neyðugt at hugsa um at skifta tempo. Gongurólvur hevur staðið seg væl, og tað er lagt upp til sera spennandi FM kapping millum Hvessing og Gongurólv. Í gentukappingini liggur Hvassi sera væl fyri, men í gentukappingini eru royndirnar hjá rógvarunum ikki so nógvar, og tá kann so nógv henda.
Klaksvíkingur, Hvessingur og Hvassi eru saman við øllum hinum kappróðrarbátunum farnir at fyrireika seg til róðurin á Vestanstevnu, sum verður í Miðvági leygardagin.
- Rógvarum dáma væl, at tað nú verður kappast hvørt vikuskifti. At tað er so stutt millum róðrarnar ber við sær, at tað ikki er møguleiki fyri nógvari tungari venjing. Sunnudag rógva vit av, sum vit siga, mánadag, týsdag og mikudag hava vit tunga venjing, og so trappa vit niður. Í hvussu so er eina ferð venja vit róðrarteinin, sum vit næstu ferð skulu kappast á. Vit vóru eitt kvøldið í Fuglafirði og ítaðu av. Í Hósvík vandu vit alla vikuna, tí vit fingu neyst til bátin, og á Jóansøku fóru vit suður kvøldið fyri, greiðir bátsformaðurin á Klaksvíkingi, Janus Dam-Jacobsen frá. Hann hevur nógv at hugsa um, og leygardagin á Varmakeldu í Fuglafirði gekk alt upp í eina hægri eind. Tá vunnu allar tríggjar manningarnar, sum hann hevur venjaraábyrgdina av, og tí kann ikki sigast annað, enn at hann fekk bæði í posa og sekk.

6-mannafør kvinnur
1 Hvessingur 05:12.09
2 Gongurólvur 05:14.15
3 Jarnbardur 05:32.11

Støðan
1 Gongurólvur 26
2 Hvessingur 26
3 Jarnbardur 20
4 Páll Fangi 4
5 Herningur 4

5-mannafør gentur
1 Hvassi 05:25.23
2 Erla Kongsdóttir 05:27.11
3 Beinta 05:32.01
4 Spógvin 05:35.01
5 Sílið 05:44.15

Støðan
1 Hvassi 27
2 Erla Kongsdóttir 22
3 Beinta 21
4 Spógvin 16
5 Sílið 13
6 Drekin 5
7 Teistin 3

10-mannafør
1 Klaksvíkingur 09:08.10
2 Vestmenningur 09:12.22
3 Hoyvíkingur 09:34.22

Støðan
1 Klaksvíkingur 28
2 Vestmenningur 24
3 Hoyvíkingur 20