Fekk einki forerandi

Janus Einar Sørensen helt talan vera um eina sera harða finalu, har hann millum lítið og einki fekk frá dómarunum

Hann var 17 ára gamal, tá Kyndil í ár 2000 vann fyrstu Coca Cola-steypakappingina. Átta ár og trý steyp seinni var Janus Einar Sørensen maðurin, sum tók ímóti stóra steypinum. Men gleðin er framvegis tann sama, segði Janus Einar, tá ringasta sjampanjusproytið varð rist úr hárinum.

- Sjálvandi er upplivingin ymisk. Men stuttleikin er tann sami. Eg eri kanska millum teir eldru spælararnar nú, men eg kenni meg ikki so. Og venjarin heldur helst, at eg framvegis eri akkurát líka ódisciplineraður, sum eg altíð havi verið.

Í dag bar dysturin bráð av, at tit alla tíðina vóru liðið, sum vildi vinna dystin meira?

- Ja. Tað føldist eisini so. Vit løgdu kanska meira orku í verjuspælið, og vit vóru eitt lítið sindur framman fyri alla tíðina, og tað prógvar úrslitið eisini. Og eg haldi kanska, at vit tóku tier eitt sindur á bóli.

Har komu tvey reyð kort í dystinum. Hvat hugsaði tú, tá Lars fær tað fyrra av hesum, og munurin bert er eini tvey mál?

- Eg hugsaði, Og helviti Eyðun, hvat hugsar tú fyri tær. Og Andreas, tú ert pillbýttur! Eg haldi heldur ikki, at teirra avrik var nakað at rópa hurrá fyri í dag, og tí brúkti eg meg kanska meira, enn eg vanliga geri.

- Lars stóð jú eisini væl, so tað gav okkum eitt knekk. Men Magnus kemur inn og spælir seg væl inn, so vit eru hepnir, at vit hava tveir somikið góðar málverjar.

Men at Borgar noyddist út, passaði tykkum helst betur?

- Ja. Men Borgar skuldi farið út langt áðrenn. Hann hevði tvær útvísingar í fyrra hálvleiki. So vit tosaðu um, at vit skuldu koyra á hann. Tað royndi eg eisini, men eg fekk akkurát einki frá dómarunum, so tað var gott, at hann fekk eina útvísing at enda.

Og tað hevði kanska eisini týdning fyri seinastu løtuna av dystinnum?

- Ja, tað eingin ivi um tað. Borgar er heilt sentralur í verjuspælinum hjá teimum. Hann er kanska tann besti verjuspælarin í landinum, og soleiðis sum hann bakkar upp og tettir verjuna er tað sjálvandi ein stórur missur, tá hann ikki longur er á vøllinum. So tað passaði sjálvandi okkum sera væl, helt Janus Einar.