Fekk leikbann í fimm dystir

Sjónband: Schalke 04-leikari hevur fingið fimm dystir leikbann fyri óvanliga ógvusliga takkling.

Tað var ein ógvuliga ljót sokallað stempling, sum Johannes Geis hjá Schalke 04 í gjár framdi ímóti Andre Hahn hjá Borussia Mönchengladbach. Andre Hahn breyt skinnabeinið og Johannes Geis fekk beinleiðis reytt kort.

 

Týska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at Johannes Geis hevur fingið leikbann í fimm dystir og eina bót áljóðandi 112.500 krónur. Schalke 04 hevur longu boðað frá, at felagið ikki ætlar sær at kæra avgerðina.

 

Borussia Mönchengladbach vann dystin 3-1. Sjónband av takklingini sæst omanfyri.