Ongland: Fekk lívstíðardóm fyri dráp av pinkubørnum

- Tú elvdi børnunum svára pínu, og øll stríddust tey fyri lívinum, segði dómarin.

 

Í dag hevur bretski sjúkrarøktarin, 33 ára gamla, Lucy Letby, fingið lívstíðardóm fyri at hava beint fyri sjey pinkubørnum og hava roynt at tikið lív av seks øðrum børnum.

 

Sky News er millum miðlarnar, sum í dag skriva um dómin.

 

Dómarin var ikki mildur í orðum í sínari umrøðu av sjúkrarøktaranum og segði, at hin 33 ára gamla hevði verið avgjørd, tilætlað og ísakøld, tá hon framdi illgerðina.

 

- Tú ert farin aktivt eftir tvíburðum og seinni eisini tríburðum. Tú elvdi børnunum svára pínu, og øll stríddust tey fyri lívinum, segði dómarin.

 

Sjúkrarøktari í Bretlandi varð herfyri dømd sek í at hava beint fyri sjey pinkubørnum. Haraftrat varð hon dømd sek í drápsroynd móti seks øðrum børnum.

 

The Guardian hevur áður skrivað, at kvinnan eitraði børnini við insulini, tá hon gav teimum ilt.

 

Hendingarnar fóru fram í tíðarskeiðnum juni 2015 til juni 2016 á einum sjúkrahúsi í Chester, sunnanfyri Liverpool. Øll pinkubørnini, sum talan var um, vóru yngri enn eitt ár. 

 

Lucy Letby var ikki hjástødd, tá dómurin fall í síðstu viku, og í dag ásetti dómarin so longdina á dóminum, sum gjørdist lívstíðardómur.

 

Hin 33 ára gamla hevur sýtt fyri at hava framt drápini og hevur sagt, at hon altíð hevur gjørt sítt besta fyri at ansa børnunum.

 

- Mín uppgáva er at hjálpa og veita umsorgan - og ikki at skaða, hevur hon sambært The Guardian áður sagt undir rættarviðgerðini.

 

Dómarin dømdi Lucy Letby lívstíðardóm fyri hvørt av drápunum, og dómurin sigur, at hon kann ikki leyslatast.

 

– Tú kemur at sita restina av tínum lívi í fongsli, legði dómarin aftrat.