Fekk metstóran laks í Leynum

Fríggjadagin fekk Kári Svensson størsta laks tey vita um, er fingin á Leynavatni yvirhøvur

Frítíðarfiskarir eru tiltiknir at reypa. Men Kári Svensson reypar ikki, tá ið hann fortelur, at hann hevur fingið størsta laks, tey vita um yvirhøvur, er fiskaður á Leynavatni.

Hann hevur verið íðin frítíðarfiskari í mong ár og ivaleyst hevur hann eisini havt dreymin um tann stóra fiskin.

Og fríggjadagin varð dreymurin veruleiki- og tað hevur hann vitni upp á.

Á miðdegi fríggjadagin fekk hann ein laks á Leynavatni, sum ongin hevur sæð makan til áður, tí hann var heilar 104 sentimetrar langur og fyri at vera heilt nágreiniligur, vigaði hann 23 pund og 200 gramm.

Hann metir, at laksurin er eini seks ára gamalur og hann hugsar sær, at hann hevur verið tríggjar ferðir áður á Leynavatni.

Men hann hevur havt gott í beininum og tí hevur hann yvirliva øll árini. Hinvegin heldur hann ikki, at hann hevði livað eitt ár afturat, tí nú hevði hann ringar og slitnar tenn.

- Men hann var sera feitur, leggur Kári Svensson afturat.

Annars hava tey fingið nógvan laks fyrr í ár, men teir hava ikki verið feitir. Í seinastuni hevur vignast betur.

Higartil í ár hevur Kári Svensson fiskað 25 laksar og tað er eitt gott ár. Einar seks, sjey laksar hevur hann sett útaftur í vónini um, at teir liva eitt ár afturat. Septembur plagar at vera góðir, so hann hevur vónir um nakrar afturat. Í fjør fekk hann 21 laksar.


Stríddist í ein hálvan tíma

Av tí, at Kári er so royndur fiskimaður, gekk tað lutfalsliga væl at fáa bilbukt við fiskinum, men kortini vardi kampurin ein hálvan tíma, áðrenn beistið gav seg yvir og varð drigið upp á turt.

- Beinanvegin hann beit á, visti eg, at her var talan um rættiligan fong. Men eg hevði ikki hóming av, at hann var so stórur. Royndirnar gera, at hann eisini veit, hvussu nógv hann kann seta á og tað krevst, tí annars er skjótt at missa fisk, sum hendan.

Tá ið hinir fiskararnir varnast, at onkur hevur stórfong á tráðuni, draga allir sína línu inn fyri ikki at órógva og fyri at eygleiða, hvussu leikur fer.

Kári Svensson hevur drúgvar royndir sum frtíðarfiskari, tí hann var ikki meiri enn 16-17 ára gamalur, tá ið hann fekk áhuga fyri hesum ítrivi, so nú hevur hann yvir 30 ára royndir.

Næststørsi laksur, tey vita um á Leynavatni, vigaði 21 pund.

Hann sigur, at royndirnar komu væl við hjá honum, tí nú er hann kringari í at velja tey røttu støðini, tær røttu ættirnar og tær røttu flugurnar – og flugurnar, eru ikki tær, man keypir hópframleiddar í einum handli. Nei, flugurnar knýta teir sjálvur.

- Alt hetta ger, at tann ítróttarligi parturin av hesum ítrivinum veksur.

Kári Svensson sigur, at tað ber væl til at fáa stóran laks á Leynasandi, serliga nú laksatíðin fer at líða.

Nú ein dagin stóð hann við ánna og eygleiddi laksin og ar sá hann nógvan, stóran laks ímillum.

- Eg tonkti við mær sjálvum, at hevði eg bara fingið ein av hasum slagnum í ár.

Fríggjadagin lukkaðist tað í stórum stíli.

Ein tanki var at varðveita laksin sum eitt minni, men hann veit ikki um nakran her um okkara leiðir, sum fæst við slíkt.

So ístaðin fer hann til eitt meiri praktiskt endamál: Hann skal roykjast og setast á borðið til okkurt heilt serligt høvi.