Fekk ringa samvitsku og meldaði seg sjálvan

Bilurin hjá tíðindaleiðarum í Kringvarpinum, sum varð stolin síðstu nátt, er funnin aftut í nátt


Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur nú bilin aftur.

Bilurin varð stolin uttanfyri bústaðin hjá henni á Hoyvíksvegnum síðstu nátt.

Men løgreglan sigur, at bilurin er funnin aftur í nátt.

 

Les eisini: Bilur stolin í Havn í nátt

 

Hann var funnin uppi á Syðradalsskarði, har hann stóð fastur í einum runudíki. Óvist er, um hann hevur fingið skaða, men talan er ikki um stórvegis skaða, verður met.t

Løgreglan sigur, at tey hava eisini tikið mannin, sum hevði stolið bilin.

 

Tey siga, at hann fekk samvitskubit og boðaði sjálvur løgregluni frá, at hann hevði stolið bilin, og hvar hann var.

Hann hevur greitt løgregluni frá, at lyklarnir lógu í bilinum og tí var lætt at taka hann.

Tað er ikki lógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum so tað fær eigarin bót fyri.